Met og heiðursmerkir annan dagin á Stórmót ÍR

Góð byrjan uppá ársins Stórmót ÍR í Reykjavík
19.01.2019
Tummas Napoleon Arge stóra framgongda á 800 m
27.01.2019

Met og heiðursmerkir annan dagin á Stórmót ÍR

Eins og fyrra dagin, so komu nógv persónlig met, bólkamet og heiðursmerkir annan dagin.

Gentur 15 ár

Fyrsta greinin hjá Børku Berg Jørgensen annan dagin var 60 m rimarenning. Her skuldi hon renna um fimm 76,2 cm høgar rimar (hækkar). Hon hevur vant hetta nakrar ferðir á Tórsbreyt í vetur, men skiftandi veðrið, ger at tað er trupult at fáa stabilisera ferðina millum rimarnar. Børka er tó altið klár, og tá skotið fór fekk hon tað ferð á beinini, sum manglaði á 60 m fyrra dagin. Hon rakti fyrsta hekkin optimalt, og kom lætt uppum. Hon lendi høg og fekk ferðina við sær, og á henda hátt megnaði hon at halda eina góða rútmu allan vegin. Hon var styrkismett sum nummar fýra, men rann seg til eitt trygt annaðpláss við tíðini 10,46 sek. Harvið bøtti hon um sítt persónliga met við 0,57 sek og tók samstundis bólkametið. Hon var tann í kappingini, sum bøtti seg mest av øllum.

 

Børka fór beint frá rimarenningini til trýstøkk, har hon aftur var styrkismett aftast, men longu í fyrsta lopið sløkti hon vónina hjá hinum, tí við at leypa 10,21 m, var kappingin í verðuleikanum avgjørd. Hesaferð megnaði Børka ikki at koma longur, men hon hevði tó enn eitt lop omanfyri 10 m, og staðfesti harvið at hon hevur megna at hækka støðið munandi. Um byrja verður uppá specialvenjing verður áhugavert at síggja hvussu langt tað røkkur. Børka legði 37 centimetrar omaná bólkameti, og fekk aftur heiðurskjal fyri at bøta seg mest í kappingini.

Kvinnur

Fyrsta kvinna í eldin var Ragnhild Andreasen, sum royndu seg á 200 m teininum. Innandura er ein umgangur 200 m, og ger tað at svingini eru rættuliga krøpp. Fyri t lætta um er uttara síða av svingini lyft upp í mun til innaru síðu. Hetta var fyrsta royndin hjá Ragnhild á teininum, og bara onnur kapping í heila tikið í frælsari ítrótt. Hon var á torføru geil 2. Hon kom væl frá startinum, og hevði góða ferð inn á fyrstu langsíðu. Hon pressaði væl inn í næsta sving. Síðstu 50 metrarnar kempaði hon fyri at halda formin, og eydnaðis tað stak væl. Á málinum segði tíðin 30,86 sek, sum er ein flott debut.

Næsta kapping hjá kvinnunum var tá Lydia Poula Simonsen og Helena Svabo Ziska royndu seg við 4 kg tungu kúluni. Í fjør royndu tær seg við 3 kg kúluni, og tí høvdu tær ikki nakað persónligt met innandura. Lydia legði út við einum varligari roynd, har kúlan lendi á 9,33 m. Helena legði út við at stoyta 7,02 m, sum er longri enn hon hevur megna uttandura. Helena royndi seg einaferð afturat áðrenn hon rann avstað til longdarlop, har kappingin var um at byrja. Lydia helt áfram, og í næstu royndini kom hon út á 10,55 m, sum bara er 14 centimetrar styttri enn hon hevur megna úti. Hon hevði fleir góðar royndir, men hesaferð kom hon ikki longur út. Hon vísti tó at hon hevur megna at lyft botnstøðið, tí trý av teimum fýra longstu stoytunum hjá henni nakrantíð komu í hesi kappingini.

 

Meðan Lydia og Helena fóru í gongd við kúlustoyt, vóru Sjøfn Gudmundsdóttir og Edna Maria Debes farnar at gera klárt til longdarlop. Edna Maria venur í Aarhus, har fokus primert er sprint. Longdarlop er grein har høg toppferð hevur sera stóran týdning, og tað sásta beinan vegin í atrenningini at Edna Maria hevur flutt seg munandi í sprint. Hennara fyrst gjørdist eisini 4,35 m, sum er væl longri enn hon leyp síðsta vetur. Næsta lopið var eitt vet styttri, meðan tað síðsta ikki sat. Hóast hon leyp væl longri, so er enn meir at heinta í mun til rútmuna í avsettinum. Sjøfn legði út við at leypa beint undir 4 m, men í næsta lopinum kom hon eisini útum 4 metrar við einum lopið uppá 4,07 m. Eins og hjá Ednu Mariu, so miseydnaðist síðsta lopið. Helena, sum var komin rennandi beint frá kúlustoyt, náddi ikki at fáa atrenningina at sita, og kom tí ongantið ordiliga í gongd. Hennara longsta kom í fyrsta umfarið, har hon leyp við skeiv beini. Hetta bleiv máta til 3,59 m. Hon fekk heiðursskjal fyri at hava bøtt sítt innandura met mest.

Dreingir 16-17 ár

Miso Buha byrjaði dagin við trýstøkk, ið er hansara sergrein. Hann var styrkismettur nr 2, lítlan metur aftanfyri tann fremsta. Longu í fyrsta lopið vísti Miso tó at hann vildi meir, tí við at leypa 12,83 m legði hann 63 centimetrar omaná sítt persónliga met, og legði seg á fyrstapláss. Hann økti við trimum centimetrum í øðrum umfarið. Enn var hann tó bara 3 centimetrar frammanfyri nummar tvey. Í triðja fekk hann ferð við sær og kom á fyrsta sinnið útum 13 m strikuna, og økti tí aftur til nummar tvey. Í fjórða umfari misti hann fyrsta pláss, tá ein leyp 13,16 m. Miso svaraði aftur í fjórða umfarið við at leypa heilar 13,24 m. Hetta gjørdist hansara longsta. Hann vann tískil kappingina, bøtti um bólkametið við 1½ metri, og fekk heiðursskjal fyri at bøta seg mest í kappingini.

 

Miso var síðsta hvirla í eldin. Hetta var á 400 m teininum, sum vanliga er ein av hansara sterkaru greinum. Her kendi hann tó beinan vegi á beinunum at serliga trýstøkk hevði drena orkuna, so tað var ein tungur Miso sum royndi seg. Hann vísti tó eyðkenda stríðsandan, og kempaði seg á mál stutt aftanfyri hinar í næstskjótasta riðli. Tíðanverri kom hann at traðka á strikuna í fyrsta svingi og var hann tí kolldømdur.

Menn

Dánjal Dahl Ljósheim skuldi síðan royna seg á 800 m teininum. Eftir at hava runnið ein sera góðan 60 m og ein krevjandi 400 m dagin fyri, var tað við spenningin hann gjørdi seg kláran. Har vóru tríggir sera sterkir rennarar, so ætlanin var at leggja seg nakað aftanfyri teir. Hetta eydnaðist væl í byrjani, og rundaði hann teir fyrstu 400 m uppá 60 sek, sum var neyvt tað sum var planlagt. So kom prísurin fyri kappingarnar dagin fyri, og dragnaði hann nakað síðstu 400 m, soleiðis at tíðin at enda gjørdist 2 min 10,59 sek, sum er nakað frá hansara besta.

Nú er bara eftir at slappa av, eta ein góðan bita og annars reypa fyri allar pengarnar um tey flottu úrslitini. Ferðalagi kemur aftur til Føroyar mánadag seinnapart.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *