Mennirnir tóku 28 ára gamalt føroyskt met

Lýdia knústi føroyska metið
19.08.2019
5 silvurmerkið fyrra dagin á DMU
25.08.2019

Mennirnir tóku 28 ára gamalt føroyskt met

At taka eitt met í boðrenning krevur, at fýra mans í felag megna at renna skjótari enn nakar hevur gjørt áður. Á longra olympiska boðrenningarteininum (4×400 m) hevur metið staðið í 28 ár. Ein orsøk er, at tá var tað landsliðið, sum savnaði fýra mans, sum allir høvdu eina góða venjing til teinin. Hetta er ikki støðan hjá teimum fýra hvirlunum, sum royndu seg á FM. Málið var at taka føroyska metið, hóast hvirlu-liðið var umboðað av einum fleirfaldum føroyskum meistara í badminton, sum ikki hevur servant langsprint (400 m), ein trýstøkkara, ein miðteinarennara, sum hevur servant langsprint og so ein sprintara, sum hevur servant langsprint.

Fyrstu maður var Magnus Dal-Christiansen, sum er mest kendur sum fleirfaldur føroyskur meistari í badminton. Eitt eyðkenni við Magnus er viljin. Hann legði hart út, og á  400 m kostar tað nærum altið móti endanum, men Magnus hevði viljan til at halda ferðina og gav boðini víðari til Dánjal. Dánjal Dahl Ljósheim var líka við at klára oyggjaleikakravið á 400 m í fjør, men ein skaði gjørdi, at hann ikki kundi taka tað í vár. Hesaferð var avbjóðingin hjá Dánjal, at hann kom nærum beint frá einum hørðum 1500 m, sum enn sat í beinunum. Nógva effektiva venjingin gjørdi tó, at Dánjal rann teinin væl og gav boðini til Miso. Miso Buha er trýstøkkari, sum áður hevur runnið væl á 400 m, men í seinastuni hevur fokus mest verið at optimera acceleratión og toppferð, heldur enn tað ser-úthaldni, sum krevst á einum 400 m. Miso vildi tó vísa, hvat hann megnaði, og rann sín skjótasta 400 m nakrantíð. Tá hann kom til skiftið, stóð Tórur Mortensen klárur. Tórur hevur fyrr í ár tikið føroysku metini á 100 m, 200 m og 300 m, men enn vantaði 400 m. Hann hevur tó servant síðan oyggjaleikir, við tí fyri eyga at taka metið á 400 m eisini. Kravið tá hann fór avstað var eisini, at hann rann skjótari enn føroyska metið á 400 m fyri, at teir fýra skuldu taka føroyska metið á 4×400 m. Hann legði hart út, og rann fyrstu 200 m skjótari enn nakar annar føroyingur klárar at renna 200 m, hann hevði tó 200 m eftir. Hann helt ferðina næstu 80 m, og so byrjaði ”syran” at merkjast, men hann megnaði at halda sín eyðkenda effektiva rennistíl á mál. So var bara at bíða eftir hvat el-tíðin segði. Har komu boðini, at teir høvdu runnið teinin uppá 3 min 36,67 sek, sum er 0,38 sek skjótari enn 28 ára gamla føroyska metið. Sostatt megnaði hvirlu-kvartettin, eftir at leygardag at hava tikið 27 ára gamla metið á 4×100 m teininum, at taka 28 ára gamla metið á 4×400 m teininum.

Av málinum komu eisini tíðindi um, at Tórur hevði runnið teir 400 m uppá 49,27 sek. Føroyska metið er 50,28 sek. Av tí at Tórur byrjaði rullandi, tvs var í ferð tá hann fór um startin, so telur tað ikki sum føroyskt met.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *