Menn sluppu at royna seg

Rutan til mannfólkarenningina
04.04.2013
Venjingartíðir hjá Hvirluni í summar
07.04.2013

Menn sluppu at royna seg

Kavin lá so flottur á morgni, men tá kappingin byrjaði hevði vár-sólin gjørt av við allan kavan. Tað hevði annars ikki gjørt upplivingina hjá teimum 60 monnunum, ið vildu royna seg, um tað var eitt sindur á hálku eisini. Um dømast skal út frá smílunum og viðmerkingunum hjá luttakarunum eftir kappingina, so var tað samanumtikið ein góður dagur.

Eins og so ofta áður tá Hvirlan kemur við nýggjum tiltakið, so var nýskapan eitt eyðkenni. Mennirnir skuldu m.a. renna á sandi, vassa um ósan í Sandágerði, renna í brøttum haga-lendi og undir eina brúgv. Onkur av luttakarunum hevði á orði at hetta var mikið stuttligari enn at renna eftir vegnum. Sostatt má sigast at endamálið, at motivera nýggjar luttkarar at royna seg, eydnaðist.

Tað vóru 58 mans, ið stóðu á startinum tá skotið fór. Tann yngsti var føddur í 1997 og tann elsti í 1945. Hesir umboðaðu heili 14 lið. Størstu umboðan hevði MEST við heili seks liðum. Tað var stuttligt at síggja at fleiri av liðunum høvdu fingið til vega búna til kappingina.

Tryggur vinnari gjørdist Rúni Seloy, ið er mest kendur fyri sínar sigrar á breyt, har hansara sergrein er 800 m renning. Hann hevur m.a. umboðað Føroyar á seinastu tveimum oyggjaleikunum. Í liðkappingini vóru stig givin, soleiðis at nummar 1 fekk 1 stig, nummar 2 fekk 2 stig osf. Tað liðið, sum fekk fægst stig vann kappingina. Her var Bragdið tryggur vinnari við einans 8 stigum, meðan næsta liðið (Whiteout) fekk 32 stig.

Tá menn komu á mál stóð sodavatn, ið Okkara hevði fingið til vega, umframt smyrjibreyð við góðum føroyskum viðskera frá Kjøtbúðini, klárt at fáa sær. Luttakararnir njótaðu hetta í góðveðrinum, meðan bíða var eftir endaligu úrslitunum í teimum ymsu bólkunum.

Hetta var fyrstu ferð at Hvirlan royndi at skipa fyri kapping við so nógvum luttkarum, har tíðtøka var nýtt. Tað eydnaðist tó heilt væl, hóast tað sjálvandi eru ting, sum skulu gerast enn betur næstu ferð, tí tað er ongin ivi um, at hetta tiltak verður endurtikið.

Stuðlar vóru: Kjøtbúðin, Niels L. Arge, Intersport og Okkara.

Úrslitini í einstaklingakappingunum síggjast her og urslitini av liðkappingini síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

1 Comment

  1. Henrik Kølleskov says:

    Tak for en virkelig spændende Mannfolkarenning. Her var gjort meget ud af at få en ny konkurrence godt fra start. Der var selvfølgelig også småkiks og plads til forbedringer til næste gang, men alt i alt super tiltag. Håber næste gang at tidsplaceringer kommer til at fungere bedre, og at der bliver mindre asfalt næste år. Simpelthen genialt at vi skulle gennem åerne, og der måtte godt være noget mere pløre underlag.
    Venlig Hilsen
    Kølle

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *