Meir enn ein triðingur av øllum hvirlunum gingu skrúðgongu

Rigmor enn millum bestu rennarar her heima
28.07.2013
Úrslit av FM í fartelefonkast
29.07.2013

Meir enn ein triðingur av øllum hvirlunum gingu skrúðgongu

Hvirlan hevur luttikið á øllum ólavsøkuskrúðgongum síðan felagið var stovnað. Hetta var sostatt sættu ferð at reyðu búnarnir vóru at síggja millum hini feløgini í Suðurstreymi. Undirtøkan var stór aftur hesaferð, og tað sáðst at Hvirlan er felag fyri tey ungu, tíð miðalaldurin mundi verða væl niðanfyri 18 ár, eins og støðan er fyri felagið sum heild.

Flaggberin hesaferð var unga Marita Káradóttir Petersen. Marita er sterk i flestu greinum, og plagar hon at klára talentkrøv í bæði sprint, lop og kast. Tað er tó innan spjótkast hennara bestu úrslit eru komin, og ikki manglar nógv í, at hon verður eitt sterkt kort á landsliðnum. Higartil í ár liggur hon sum nummar trý á danska ranglistanum í sínum aldursbólkið.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *