Marita var flúgvandi

Lang lop á Tórsbreyt
25.04.2011
Hvirluvindarnar farnir í gongd við summarfrælsar :-)
02.05.2011

Marita var flúgvandi

Hóast mest spenningar var um hvussu langt Trygvi mundi fara at leypa hesaferð, so var tað Marita sum verðuliga gjørdi vart við seg. Longu í fyrsta umfarið bøtti hon um sítt einans tveir dagar gamla persónliga met, men tað endaði ikki har, tí tey fylgjandi trý lopini økti hon meti hjá sær, so tað tá kappingin endaði er 4,32 m. Tað er 33 cm longur enn tað var fyri 3 døgum síðan! Ein flott betran, um enn ikki so óvanta, tí Marita hevur vant væl í vetur, og har er meir á veg.  Trygvi hevur opinbart avgjørt at gera tað spennandi tí at enn einaferð leyp hann umleið oyggjaleikakravið, men yvirtrakk við 1-2 cm. Longsta góðkenda lop hjá honum kom í síðsta umfarið, har hann rakti plankan perfekt. Tíðanverri sást at nú byrja nógvu kappingarlopini at seta seg, og tí var avsetti ikki heilt so agressivt sum tað plagar at verað. Lopið var tó mált til 5,68 m, sum einans er 27 cm frá kravinum. Har er ongin ivi um at Trygvi hevur lopi sum kann geva honum ferðaseðilin til Isle of Wight í summar. Vónandi kemur eitt slíkt lop í kapping komandi vikuna so hann fær roynt seg sum talent á oyggjaleikum hesaferð og tí verður betur fyrireikaður tá hann á 2013 vónandi er ein sum kann heinta heiðursmerkir. Edna Maria Debes luttók eisini. Hon verður 14 í ár, og skal tí, í mun til Maritu, leypa frá plankanum. Hetta kostaði nakað í longdini, men hóast hetta, so leyp hon heili 3,93 m við góðkendum vindi. Stak flott.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *