Marita tók øll av bóli

Fleiri met annan dagin á VU-spelen
03.07.2010
Síðsta venjing hesumegin summarsteðgin verður í Sandágerði
06.07.2010

Marita tók øll av bóli

Tað var tungt at koma upp hjá teimu, sum skuldu í eldin longu kl 9.00 um morgunin, men tey vóru við gott mót tá tey fór av hotellinum ávegis til Nya Ullevi á seinsta sinni á hesum túrinum. Allar Hvirlurnar skuldu í eldin sunnudagin. Marita skuldi leypa longdarlop, Helgi kasta diskus og renna 110 m forðarenning, meðan Trygvi skuldi royna seg í trýstøkk. Upphitingin gekk tí saman, men tíanverri, so var tjúkkin hjá Trygva so mikið eymur at avgjørt var at geva avboð til kappingina. Tí var støðan tann, at Helgi skuldi kasta diskuskast inni á sjálvum stadion, samstundis sum Marita skuldi leypa longdarlop á upphitingar økinum beint uttanfyri stadion.

Kappingin hjá Maritu var eitt sindur óvand við tað at tað vóru heilar 55 gentur sum vóru tilmeldaðar, og at tær tí lupu í tveimum riðlum, parallelt við hvørja aðra. Tíðanverri var byrja at regna, og leygi tað ein lítlan dempara á kappingina. Marita byrjaði tó sterkt við 3,77 m hóast hon ikki fekk beinini heilt fram undir seg í lendingini. Annað lopið sat ikki heilt tekniskt, meðan triðja var nærum ein endurtøka av fyrsta bæðið viðvíkjandi tekniska partinum og longdini. Tað var tó 1 cm styttri. Úrslitið er tað næstbesta nakrantíð hjá Maritu í londgarlop.

Diskuskappingin hjá Helga var nógv ávirka av regninum, einamest tí at ringurin bleiv hálur at kasta í. Hetta gjørdi at fyrsta umfarð, tá ringurin enn ikki var blivin hálur var tað besta hjá Helga. Hann kastaði 28,96 m sum var eitt góðtikið útlegg, men tá hann í øðrum og triðja setti ferðina upp var fótafesti í ringinum ikki nøktandi og tí miseydnaðust tey. Helgi var ikki nøgdur við hetta tí at hann í seinastuni hevur kasta útvið 35 m til venjing, men tað má bíðja til ein dag tá veðurguðarnir eru í betri lag. Av tí at kappingin í diskuskast dróg út var avgjørt at geva avboð til 110 m forðarenningina.

Eftir langan stegg skuldi Marita so, sum tann seinasta Hvirlan, royna seg. Hesaferð var tað á 200 m teininum. Tað er rættuliga óvanligt at ein luttekur í so ymiskum greinum sum kúlustoyt, spjótkast, longdarlop og 200 m renning, so ikki kann sigast annað enn at Marita er alsidig. 200 m er tó ikki tann greinin hon hevur vant mest, og tí vóru nervarnir stórir á veg til startin, men avrátt var at hon skuldi leggja hart út og so vita hvat tað rakk til. Hon legði eisini hart út og var fremst tá tær komu úr svinginum, men tá 50 m vóru eftir sást týðuliga at hon ikki hevur vant sprint úthaldinheit, og hon dragnaði tí nakað. Málið var tó at betra um persónliga metið sum var 32,58 sek, og frøðin var stór tá úrslitið kom upp á talvuna og tað sást at tíðin hjá henni var 31,01 sek, sum einans er 1/100 frá a-kravinum til talentbólkin. Eitt sera flott úrslit av einum íðkarar sum hevur kvalificera seg til talentbólkin sum kastari!

Annars kann nevnast at vinarfelagið úr Íslandi ÍR var væl umboðað á VU-spelen og fingu tey nógv góð úrslit. Serliga stuttligt var tað at síggja Kristín Lív Jónsdóttir, ið plagar at venja við Hvirluni um summari, gera comback eftir skaða. Hon gjørdi tó ikki mætari enn at hon setti persónligt meg og vann sær eitt silvurmerkið í hæddarlop. Eitt sera flott úrslit, og vóna vit at skaðin ikki darvar henni so vit sleppa at síggja hana leypa á Jatnatøkum á Tórsbreyt 17. juli!

 

Dagurin endaði á Liseberg, ið er eitt stuttleikaøki sum líkist Tivoli. Har var tur-pass keypt, og sjálvdan munna turpass verða so mikið nógv brúkt sum hesaferð. Har tey ungu mundu náða at royna alt sum var at royna.

Samanumtikið vóru úrslitini hjá Hvirlunum sera flott í teirra fyrstu kapping uttanfyri Føroyar, við 5 persónligum metum í 10 startum, harav tey tvey eisini eru bólkamet. Nú eru Trygvi og Helgi ávegis til Sæby á eina felags norðulenska venjingarlegu, har Trygvi skal venja hæddarlop og sprint, meðan Helgi ferð at venja spjótkast og forðarenning. Marita kemur heim aftur og verður við til hvirluvindavenjingina í Sandágerði mikudagin saman við øllum hinum børnunum, har nøkur óiva í framtíðini fara at luttakað í kappingum uttanlanda sum partur av talentbólkinum hjá FÍF.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *