Mannfólkarenning 6. apríl

Gleðilig jól og gott nýggjár
27.12.2012
Foreldrafundur í ÍSF húsinum um Íslandstúr
15.01.2013

Mannfólkarenning 6. apríl

Hvirlan hevur í størsta partin av einum árið arbeitt við tankanum um at skipa fyri serligum tiltakið. Nú eru tað mesta komi uppá pláss og tí er støðan tann at eftir at kvinnurnar nú í nógv ár hava havt egna rennikapping fáa mennirnir nú sama møguleika. Tað hendir leygardagin 6. apríl tá Hvirlan á fyrsta sinnið skipar fyri Mannfólkarenning.

Tiltakið er opið fyri øllum monnum, sum vilja útfordra seg við at renna eina kanska eitt sindur óvanliga rutu, tí rutan verður løgd uttanum vegir, gøtur og brýr, tvs at luttakararnir sleppa at leypa um áir, renna brekkur, í sandi og á øðrum krevjandi undirlagi. Í alt verður teinurin uml. 6 km hjá teimum vaksnu (18 ár og eldri) og uml. 3 km hjá yngsta bólki, men tað er ivasamt um tíðin hjá fremsta manni ikki ferð at liggja væl omanfyri tað, sum vanliga verður nýtt at renna hesar teinar uppá. Fyriskipararnir ivast tó ikki í at nógvir fara at vísa hvat teir kunna undir slíkum umstøðum.

Heiðursmerkir verða latin til teir tríggjar fremstu í bólkunum:

  • 17 ár og yngri
  • 18-35 ár
  • 35-45 ár
  • 45-55 ár
  • 55-65 ár
  • 65 ár og eldri

Samstundis verður skipa fyri firmakapping, har tríggir luttakarar eru á hvørjum liðið. Tey lið, sum gerast nummar 1, 2 og 3 fáa steyp til ognar. Einans 6 km teinurin telur í firmakappingini.

Byrjað verður við Kjøtbúðina á Akranesgøtu 7. Tá komi er á mál verður smyrjibreyð at fáa í ella uttanfyri hølini hjá Kjøtbúðini á Akranesgøtu 7.

Tiltakið er skipa í samstarvið við InterSport, ið letur eina blusu til allar luttakarnar og Kjøtbúðina. Tilmelding letur upp í næstum á www.hvirlan.fo.

1 Comment

  1. Kølle says:

    Det glaeder jeg mig til, saa maa vi bare haabe paa godt vejr = regn&frisk vind 😉

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *