Mannfólkarenning 6. apríl – ENN ER TÍÐ AT MELDA TIL!

Ferðafrásøgn frá veteran EM 2013
25.03.2013
Flottar prestatiónir í kalda regninum
31.03.2013

Mannfólkarenning 6. apríl – ENN ER TÍÐ AT MELDA TIL!

Hvirlan skipar fyri mannfólkarenning leygardagin 6. apríl kl 14.00. Talan er um renning bæði fyri lið og einstaklingar. 3 menn skulu vera á einum liði, og tilber at luttaka sum einstaklingar og á liði samstundis

Byrjað verður á Akranesgøtu uttan fyri Kjøtbúðina, og endað verður á sama staði.

Runnið verður 6 km, og rutan er avbjóðandi. Hon er løgd uttanum vegir og gøtur, tvs. at luttakararnir sleppa at leypa um áir, renna brekkur, í sandi og á øðrum krevjandi undirlagi.

Tá komið er á mál, fæst breyð við rullupylsu og kjøtpylsu frá Kjøtbúðini og sodavatn frá Okkara.

Niels L. Arge, á Kongabrúnni letur ferðasteyp, ið verða handað fyrsta manni og fyrsta liði.

Heiðursmerkir verða handaði, nr, 1., 2. og 3 í bólkunum:

  • 17 ár og yngri
  • 18-35 ár
  • 35-45 ár
  • 45-55 ár
  • 55-65 ár
  • 65 ár og eldri

Tilmelding, sum verður klár í næstum, fer fram á www.hvirlan.fo  áðrenn 20. mars. Luttøkugjaldið er 150 kr, og tilmeldingin er galdandi, tá ið peningurin er fluttur á  konto felagsins: 9181-166.834.1 í Eik banka.

Ein renniblusa frá Intersport er til hvønn luttakara – viðmerk stødd á renniblusu, tá ið tilmeldað verður. – update: tað er enn møguligt at melda til, men blusur er einans til tey sum meldaðu til í seinasta lagi 21 mars.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *