Lydia tók 18 ára gamalt føroyskt met

Miso gull í Svøríki
27.01.2019

Lydia tók 18 ára gamalt føroyskt met

Lýdia hevur vant væl í vetur, og har er framgongd á øllum elementum, sum tilsamans ger at kúlan kann flúgva langt. Hon er blivin sterkari, kvikari og tekniskt er hon betur fyri. Har eru tó nógv element, sum skulu ganga upp í eina hægri eind, um stóru úrslitini skulu koma. Hetta er orsøkin til, at tað ofta er stór variatión í úrslitunum í teknisku greinunum (kast og lop). Botnstøði vísur hvat man megnar, tá tingini ikki heilt hanga saman, og her vísti Lýdia fyri viku síðan í Reykjavík, at botnstøði er hækkað munandi, tí hóast hon ikki fekk tað tekniskt góða kasti, so var hon trygg omanfyri 10 m strikuna. Tí var tað við spenningi at fari var til Svøríkis við landsliðnum at royna seg í Palls Spelen.

Lydia vísti aftur at botnstøði er høgt, tí í byrjani av kappingini var hon stabil omanfyri 10 m strikuna, har einans ein føroyskt kvinna hevur verið áður. Í síðsta umfarið vísti Lydia tó at hon hevur flutt seg mentalt, tí tá tað verðuliga galt, megnaði hon at fáa bestu royndina í kappingini. Hon fekk ein aktiva høgra fót skjótt undir seg, og skapt eitt stórt forspenni við at aktivera beinini áðrenn yvirkroppin. Armurin sat ikki heilt, men stóra forspenni gjørdi at hon fekk góða ferð á kúluna. Tá mátað varð segði talva 10,87 cm, sum er heilar 23 centimetrar longri enn føroyska metið, sum sostatt náddi at blíva 18 ár og 1 mána og 26 dagar gamalt.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *