Lýdia tók 17 ára gamalt føroyskt met í kúlustoyt

Góð úrslit á Tårnby Games
06.05.2019
Tórur skar 1,67 sek av føroyska metinum á 300 m
06.05.2019

Lýdia tók 17 ára gamalt føroyskt met í kúlustoyt

Lýdia Poula Simonsen hevur ein langan kaldan vetur á Tórsbreyt, vant miðvíst við at fáa rætta upp tað tekniska, meðan hon samstundis hevur bøtt um kropsligu førleikarnar.

Tekniskt hevði Lýdia trupulleikar við at fáa kroppin aftanfyri kúluna. Hetta komst partvís av, at hon bar høgra alboga ov lágt í byrjani av stoytinum, og partvís av at hon lyfti tyngdarpunkti ov nógv í avsettinum í lopinum um ringin, og tí fekk ov seina kontakt við vinstra beini. Hesum hevur hon arbeitt við, og er tað gingið støðugt framá, men tað er ikki sum at siga tað, at fáa so grundleggjandi broytingar til at sita í kapping.

Í vikuskiftinum royndi hon seg á Tårnby Games, har allar tær fremstu frá danska meistaraheitinum vóru við. Í fyrstu royndini sat albogin sum hann skuldi, men av tí at hon ikki fekk kontakt við vinstra, so bleiv stoyti “einans” 10,38 m. Í pausini millum fyrstu og aðru roynd, arbeiddi hon við at fáa lendingina betri, og í aðru royndini sat hon. Úrslitið gjørdist at hon gjørdist fyrsta føroyska kvinna, sum kom útum 11 m strikuna. Neyva longdin var 11,14 m. Í triðju royndini var tað albogin sum sakk, og ti gjørdist tað nakað styttri. Í fjórðu royndini bøtti hon enn einaferð um tað føroyska metið. Hesaferð til 11,15 m. Síðstu tvey sótu ikki heilt, og lógu tey bæði millum 10 og 11 m.

 

Um longdina kann sigast, at tað er 45 cm longri enn hennar egna persónliga met, 19 cm longri enn 17 ára gamla føroyska meti, og at longdin hevði givið silvurmerkið á Gotlandi í 2017.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *