Lydia og Sunniva í talentbólkin

Veðurfrøðingarnir mettu at veðurguðarnir fóru at verða í góðum lag tá kappingarnar spjótkast og kúlustoyti fóru í gongd. So var ikki. Har var sera váttligt og nógvur vindu, men hetta tyktist ikki nerva røsku kastarunum, tí har komu nógv persónlig met umframt okkurt bólkamet.
 
Kúlustoyt
Fyrsta greinin var kúlustoyt, og her var so vátt at alt øki, har kúlan skuldi lenda var ein stórur hylur, so dómarnir iðraðu seg um at teir ikki høvd stivlar við. Lydia Poula Simonsen var fyrst í ringin, og longu í fyrstu royndini stoytti hon 3 kg tungu kúluna 2 metrar longri enn hon gjørdi í somu kapping fyri einum ári síðan. Frøin yvir longdina var tó mest knýtt at mátibandið segði 10,29 m, sum er 4 cm longri enn kravið til talentbólkin. Hon steðgaði tó ikki har tí í triðja umfarið kom hon heilt út á 11,02 m, og bøtti harvið bólkametið við góðum 1½ m. Hon kom útum 10 m strikuna í øllum seks umførunum. Guðrið Káradóttir Petersen (’00), Sunniva Bogadóttir (’01), Helena Svabo Ziska (’01) og Kristianna Skarpheðinsdóttir (’03) (Bragdið) royndu seg eisini við 3 kg tungu kúluni. Tær tríggjar úr Hvirluni komu allar væl longri út enn somu tíð í fjør. Longst koma Guðrið tá hon í fimta umfarið stoytti kúluna út á 8,54 m, Sunniva kom út á 8,32 m í fyrsta umfarið, og valdi hon at gevast eftir trý umfør fyri at fokusera uppá spjótkast. Helena bøtti um sítt persónliga met uttandura í fýra umgangum til 7,50 m. Tann tvey ár yngri Kristianna stoytti 3 kg kúluna út á 6,79 m.
 

Spjótkast
Beint eftir kúlustoyt var farið til spjótkast. Her var kasta beint inn í nógva og váta vindin. Her var ein drongur við, tað var Bárður Jóhannsson, sum flytur upp í D16-17 ár og tí skuldi royna seg við 700 g tunga spjótinum fyri fyrstu ferð. Fyrstu tvey køstini miseydnaðust, men í triðja bar til. Tá lendi spjótið á 21,72 m. Í fjórða umfarið rakti hann væl betur, og lendi spjótið heilt úti á 25,49 m. Hetta gjørdist hansara longsta hesaferð.
Hjá gentunum var undirtøkan aftur stór. Sunniva, Helena og Kristianna royndu seg aftur, og afturat teimum kom Elin Niclasen (’03). Sunniva byrjaði kappingina, og her vísti hon longu í fyrsta umfarið sín sterka arm við at kasta 500 g tunga spjótið út á 32,50 m. Hetta er neyvt ein metur longri enn kravið til talentbólkin. Hóast fleiri góðar royndi, har enn eitt kast var longri enn bolkametið, so kom hon ikki longri út hesaferð. Elin, sum hevur arbeitt nógv við at broyta teknikkin, royndi seg á fyrsta sinnið við 500 g spjótinum. Tað sást at hon fokuseraði uppá at fáa tað tekniska at sita, tí var tempo væl lægri enn tað plagdi at verða. Hon kom tó heilt út á 26,87 m. Við meir intensiteti í kastinum er ongin ivi um at spjótið hevði lent hinu megin 30 m strikuna. Kristianna, sum vist eisini royndi seg á fyrsta sinnið við 500 g spjótinum, kom út á 21,58 m, meðan Helena kastaði 17,54 m.
 


Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir koma í myndasavnið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *