Lýdia knústi føroyska metið

Sunniva tók føroyska metið hjá Randi
19.08.2019
Mennirnir tóku 28 ára gamalt føroyskt met
19.08.2019

Lýdia knústi føroyska metið

Lýdia Poula Simonsen hevur verðuliga gjørt kúlustoyt til sína grein, við m.a. at taka føroysku metini bæði innandura og uttandura í ár. Harafturat tók hon eitt ikki óvanta bronsumerkið á oyggjaleikunum á Gibraltar. Venjingin hevur tó givið ábendingar um at okkurt var ávegis.

 

Tað var ikki tann stóri spenningur um hvør fór við gullinum, tá kappingin um føroyameistaraheitið byrjaði. Har var tó spenningur um, hvussu langt Lýdia fór at stoyta 4,0 kg tungu kúluna. Hon hevur í venjingini arbeitt við at lenda “djypri”, tvs við beinunum meir boygdum, men aktivum, høgrabeini. Fyrstu tvær royndirnar sótu ikki heilt, men við einari justering millum triðja og fjórða kast, so kom hon væl undir kúluna, og eitt aktivt høgra bein setti ferð á. Úrslitið gjørdist 11,22 m, sum er 4 centimetrar longri enn tá hon ognaði sær bronsumerkið á Gibraltar. Næsta royndin miseydnaðist, men nú var Lýdia klár, tí í fimtu royndini legði hon 36 centimetrar omaná sítt nú 5 minuttir gamls føroyska met. Hon steðgaði tó ikki har, tí í síðstu royndini legði hon 20 sentimetrar afturat føroyska metinum, soleiðis at tað nú eitur 11,78 m. Sostatt bøtti hon um metið við heili 60 cm í dag. Tað er  afturat teimum 22 cm hon higartil í ár hevði lagt omaná 17 ára gamla metið hon á fyrsta sinnið tók í mai í ár.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *