Lýdia í topform

Alda staðfest at hon er tann skjótasta í løtuni
29.01.2018
Føroya Bjór mannfólkarenning 2018
10.03.2018

Lýdia í topform

Lýdia Poula Simonsen hevur hetta síðsta árið verði á ítróttareftirskúla í Vejle. Her hevur han frælsa ítrótt sum linju. Møguleikarnir fyri at venja og kappast niðri eru væl betur enn her heima, m.a. krevur tað “bara” ein túr við tokinum um hon skal kappast innandura í kúlustoyti, meðan vit her heima noyðast ein túr við flogfari áðrenn vit seta okkum í tokið, um vit her heima ynskja at royna okkum.

Seinsta kappingin hjá Lýdiu var tá hon leygardagin royndi seg móti teimum bestu javnaldrunum í Danmark í dysti um danska meistaraheitið fyri ung. Heilar 18 gentur vóru við, og harímillum allar tær bestu.

Lýdia legði varliga út við at stoyra 3,0 kg tungu kúluna út á 10,36 m, sum er umleið ein metur styttir enn hon megnaði í Íslandi í januar. Tað næsta gjørdist eitt vet styttri, meðan tað triðja gjørdist yvirtrakk. Nú var spenningur, tí hon lá á áttanplássi, og har sluppu bara 8 at halda áfram í kappingini. Lukkutíð fór ongin framvið, so Lýdia kundi fara í ringin sum tann fyrsta í finaluni. Her kom hon út á 11,01 m, og legði seg á sjeynda plássi. Hon vildi meir, tí í fimta umfarið lendi kúlan beint áðrenn 12 m strikuna. Kasti bleiv mált til 11,94 m, sum er góðan hálvan metur longri enn bólkametið hon setti í Íslandi fyri einum mána síðan. Við hesum kom hon upp á eitt fimta pláss, 33 cm frá broncuni. Í síðsta umfarið satsaði hon, men hesaferð helt tað ikki, so tað longsta gjørdist 11,94 m.

Harvið hevur Lýdia flutt bólkametið 2,25 m í vetur. Hetta kemur ikki av ongum, tí Lýdia hevur lagt sera stóra orku í sína venjing og tí er framgongdin væl fortjent. Herfrá eitt stórt tillukku til Lýdiu fyri flotta avrikið!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *