Lýdia; bronsumerkið og føroyskt met í kúlustoyt

Tórur 15 hundraðpartar frá finaluni
08.07.2019
Tórur Mortensen trygt í hálvfinaluna á 100 m
10.07.2019

Lýdia; bronsumerkið og føroyskt met í kúlustoyt

Átjan ára gamla Lýdia Poula Simonsen tók fyrr í ár 18 ára gamala føroyska metið í kúlustoyt. Eftir at hon tók metið, kom ein tíð, har tað gekk minni gott til venjing. Hon hevur arbeitt miðvíst, og fram móti VU-spelen í Gøteborg gekk heilt gott við venjing, men á VU-spelen í farnu viku, vildi onki rigga, og endaði hon ein lítlan metur frá sínum føroyska metið. Síðsta vikan er tí nýtt til, at finna tryggleikan aftur, soleiðis at Lýdia kundi præstera tá harðast leikar á.

Týsdagin skuldi slagið standa. Tað vóru heilar 15 luttakarar í sterku kappingini, men um støðið er, sum tað plagar, so vildi føroyska metið røkka til heiðursmerkið. Kravið var tó, at Lýdia kastaði upp til sítt besta, fyri at kunna kappast um heiðursmerkini.

 

Longu í fyrsta umfarið vísti hon at ótryggleikin í kastunum síðstu vikurnar var søga, tí  hon lendi aktivt og djúpt og so var bara at trýsta. Hetta var máta til 11,01 m, sum var triðilongsta í fyrsta umfarið. Lýdia vildi tó meir, og í øðrum umfarið fekk hon eisini hondliðið at sita, og so var føroyska metið tikið. Longdin gjørdist 11,18 m. Harvið økti hon um frástøðuna til tær, sum lógu aftanfyri. Tær báðar fremstu vóru so mikið nógv frammanfyr, at Lýdia skuldi nógv longur enn hon hevur verið til venjing. Hetta var sjálvandi eitt mál, og tí var meir fokus sett á at arbeiða aktivt við beinunum í byrjan og lending í miðuna av ringinum. Triðja miseydnaðist, og valdi hon tí at gera yvirtrakk.

Tær átta fremstu sluppu at halda áfram, og við tað at Lýdia lá á triðja plássi, so kastaði hon sum nummar 6 av teimum 8. Í fjórða og fimta umfarið lendi kúlan beint áðrenn 11 m strikuna. So kom síðsta umfarð. Fyrstu royndu tær seg, sum lógu aftanfyri Lýdiu. Tá tann, sum lá á fjóðra plássi kom styttri enn Lýdia, var heiðursmerkið tryggja. So var bara at royna, men tað síðsta miseydnaðist, og valdi Lýdia tí at gera yvirtrakk.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *