Lydia broncu í vesturdanska meistaraheitinum

Hvirlur halda áfram við at imponera í stórkappingunum
17.06.2018
So er gongd komin á kappingarnar í Gøteborg
29.06.2018

Lydia broncu í vesturdanska meistaraheitinum

Lydia Poula Simonsen hevur síðsta árið verið á ítróttareftirskúla í Vejle. Sergreinin hjá Lydiu er kúlustoyt, har hon hevur víst seg sum ein av teimum sterkaru í sínum adursbólki í Danmark. Trupulleikin tá ein byrjar at blíva góður, er at tørvur er á venjarum, sum megna at lyfta íðkaran víðari. Hesa uppgávu hevur skúlin ikki megnað at loyst, og tí hevur Lydia seinasta hálva árið ikki havt ein venjara, sum tók sær av hennara teknisku venjing.

Í vikuskiftinum luttók Lydia í vesturdanska meistaraheitinum, sum var í Skive. Her gekk gott undir upphiting, har kúlan lendi nærhendis 12 m strikuni ferð eftir ferð. Tá kappingin byrjaði, vildi tað ikki heilt, og her er tað at ein venjari á síðulinjuni hevði kunnað rætta uppá tað, men slíkan hevði Lydia ikki. Tí endaði Lydia við at stoyta 11,09 m sum tað longsta í kappingini. At úrslitið rakk til broncumerkið vísur, hvussu langt Lydia er komin. Hennara næsta kapping verður komandi mánadag í Væxjø saman við føroysku úrvalskastarunum áðrenn leiðin liggur til VU-spelen í Gøteborg.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *