Lýdia aftur føroyskt met

Sunniva í topform í Madrid
18.05.2019
Úrslit frá fyrsta umfarið av Grand Prix á breyt
19.05.2019

Lýdia aftur føroyskt met

Bara tvær vikur eftir at Lýdia bøtti um føroyska metið í kúlustoyt, bøtti hon metið í diskuskast. Hetta gjørdi hon í fyrsta umfari av Grand Prix á Tórsbreyt, sum FÍF (sersambandið fyri frælsa ítrótt), skipar fyri.

Lýdia venur primert kúlustoyt, men styrkin, og kvikleikin, sum arbeitt hevur verið nógv við í vetur er gott grundarlag undir einum góðum diskuskasti. Stóra styrkin hjá Lýdiu ger, at hon kann verðuliga fáa flog á diskin. Uppgávan er tí at nýta atrenningina, sum er at snara hálvan annan umgang, til at koma í eina støðu, har hon kann brúka armin til verðuliga at fáa ferð á diskin.

Fyrsta kastið hjá Lýdiu miseydnaðist. Næsta bleiv góðkent, men hon fekk ikki heilt ferð á diskin. Tað bleiv máta til 29,97 m. Í triðja kom hon væl inn í eina støðu, har hon verðuliga fekk hála í diskin. Tá hon slepti lá diskurin væl í undanvindinum. Kasti bleiv mált til 33,46 m. Tað er 1½ m longri enn gamla meti, sum hon sjálv átti. Lýdia staðfesti høga støði síðstu trý kastini, sum øll lendu nærhendis 30 m strikuni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *