Lop og rimarenning á skránni

Strævin, men gevandi venjing
26.02.2009
Limafundur sunnudagin 15. mars
11.03.2009

Lop og rimarenning á skránni

Venjingin hesa ferð var rættiliga fjølbroytt, har tey ungu aftur royndu seg á nýggju forðingunum, meðan tey eldru sluppu at leypa fyri allar pengarnar. 

 

 

Fyrra liðið av hvirluvindum byrjaði við stoppdansi og helt síðan á við ymsum reaksjónsstartum og samskipanarøvilsum. Áðrenn vit fóru til rimarenning (hekkrenning), gjørdu vit nøkur øvilsi við ertnaposum og skemtaðu okkum eitt sindur við tí. Rimarenningin byrjaði við nøkrum stuðulsøvilsum, sum børnini ómakaðu sær við og komu væl eftir til síðst. Vit endaðu venjingina við at renna um fimm rimar í fullari ferð, og stuttligt var at leggja merki til og hoyra góða rennilagið, sum børnini longu høvdu fingið. Vit endaðu við eini breyt, har vit lupu, runnu, samskipaðu, klintraðu, bóltaðu rút o.m.a.

Aftur í dag var okkurt nýtt andlit at síggja, og onkur hevði vinkonu sína við. Tað var hugaligt at hava gestir, og vit royna altíð at taka væl í móti øllum.

 

Tey ungu sluppu hesa ferð at royna seg í teimum sokallaðu “fløtu” lopunum, tvs. longdarlop og trístøkk. Fyrst skuldi kroppurin tó hitast, og upphiting var hesa ferð ein skjótur bani, har tað primera fokus var at fáa gjøgnumhitað beinini. Eftir uppthiting varð so farið til koordinatión. Fyrst generel koordinatión, og síðan serlig lop-koordinatión. So varð farið til trístøkk. Har var so sjálvandi hugsað um almennu balansuna, og tí varð vant líka nógv við báðum beinum. Trístøkk gekk stak væl, og eftir at hava lopið eina løtu var farið til longdarlop, har fokus var á rútmu og at fáa eitt gott avsett í sjálvum lopinum.

 

Seinna liðið av hvirluvindum slapp aftur at royna nýggju forðingarnar hjá Hvirluni; tó skuldu tey hitast eitt sindur fyrst, og tað sluppu tey væl og virðiliga at gera við einari bumbustafett. At ganga um forðingarnar gekk uppá stás, og tað byrjar at síggjast, hvussu tey blíva alsamt meira mobil og sterk í vøddunum sum stýra kropsburðinum. Eftir venjingina við forðingunum varð farið til eina breyt, har tey sluppu at lesa seg fram við ørmunum, standa á hondunum, ganga á bumminum, gera ymsar rørslu á máttu, bólta rút o.a.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *