Limafundur sunnudagin 15. mars

Lop og rimarenning á skránni
04.03.2009
At kasta er eisini stuttligt
14.03.2009

Limafundur sunnudagin 15. mars

Sunnudagin komandi verður limafundur í ÍSF-húsinum frá kl. 15.00-17.00.  Felagið verður 1 ár tann dagin, og tá nýta vit høvi at heilsa upp á hvør annan og umrøða, hvat er hent farna árið, og hvat vit fara at gera og kundu hugsað okkum at gjørt.

Venjaraskeið fyri børn og ung er á gáttini, rennikappingar, sum okkara vaksnu hvirlur kunnu luttaka í, eru fyri framman, eins og nógvar aðrar kappingar o.o. tiltøk eru á skránni í summar. Kom niðan og frætt meir um virksemið í tínum felag 🙂

Allir limir eru hjartaliga vælkomnir, og vóna vit at síggja nógvar hvirlur.

Við hvirlukvøðu

Nevndin

2 Comments

  1. Brian Smedemark says:

    Hvussu kann man melda seg inn sum lim í Hvirluni? Og hvat er limagjaldið? Eg finni ikki hetta á heimasíðuni… 🙂

  2. hziska says:

    Hey Brian

    Ein kann melda seg við at geva boð á hvirlan@hvirlan.fo. Árliga limagjaldið er 200,- kr. Um tú er partur av einum av venjingarbólkunum, har ein av venjarnum hjá felagnum standur fyri venjingini, so er kemur eitt hálvárligt venjingargjald afturat.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *