Langur túrur til góða venjing

Ungar Hvirlur á venjingarlegu í Svøríki
07.03.2013
Teknisk venjing og glasblásing
10.03.2013

Langur túrur til góða venjing

Árliga venjingarlegan í Væxjø byrjaði long kl 06.00 á farðstøðini har tíggju spentar Hvirlur fóru í bussin hjá Strandferðsluni. Sjálvt um fólk vóru komin óvanliga tíðliga upp, so gekk prátið lystiliga í bussinum allan vegin vestur. Pratið helt áfram á flogvøllinum og er higartil bara steðga tá fólk skuldu koncentrera seg um venjing.

Í Kastrup fór ferðalagið við toki til Væxjø, har Ingela Nilsson og Kai Bolø stóðu klár at taka ímóti. Ingela og Kai vóru bæði í Føroyum við íðkarum í samband við Jatnatøk.

Fari var beinleiðis í nýggju frælsahøllina, har stóru eyguni í Hvirlunum vístu hvat tey hildu um slíka høll. Henda høll, ið nýliga stóð liðug, er tann einasta í norðanlondum við seks geilum runt og átta geilum í miðuni. Har eru tríggjar gryvjir til longdarlop/trýstøkk, tvær hæddarlops madrassur, tvær stangarlops madrassur, ein kúlu-ringur, ein spjót-breyt, eitt hamarkast búður og eitt diskuskast búður. Spjót blívur kasta upp í ein dúk, meðan hamar og diskus búrini eru lukkaði heilt, so at hamarin/diskurin rakar netið og dettur so niður á gólvið. Stak væleydna til venjing og krevur ikki nógv gólvpláss. Tað nærmasta ein kann koma slíkum umstøðum er í Fraklandi.

Rundvísingin var tó ikki liðug, tí gamla “sprint-høllin”, ið var staði har IFK Væxjø vandi sprint áður, er enn tøk, og verður nú mest nýtt í samband við upphiting til kappingar. Teir elstu innandura frælsafacilitetirnir eru nú vornir eitt “high performance centre” fyri allar svenskar summar ítróttir. Fokus er fysisk venjing, og higartil eru vektirnar komnar. Har sást tíðuliga hvat í krevst fyri at venja styrki til ítrótt, ti har var ein lang røð av podium við squat-stativum meðan einans nakrar heilt fáar maskinur vóru at síggja, og vóru hesar einamest ætlaðar til at testa ella endurvenjing í samband við skaða. Tann eina maskinan, ið mátar kraft-útvikling pr tíð, kostaði einsamøll eina millión svenskar krónur. Eisini verður m.a. fotosellur settar á veggin permanent, so at man kann máta millumtiðir fyri hvønn tíggjunda metur á 60 m.

Eftir rundvísing fóru ungu hvirlurnar at hita upp við at spæla kurvabólt, áðrenn venjingin fór í gongd. Fyrsta venjing var renniskúli, lop-styrki og bulstyrki. Byrjað var við ymsum renni koordinatións øvilsum. So var fari at ganga uppum forðingar uppá ymsar mátar. Lop styrkin var partvís lop uppum forðingarnar og ein longri lopseria. Enda var við at styrkja búkin.

Eftir venjing var fari heim til Ingelu at eta pizza og hyggja at sjónvarp, har sonur hennara Johan var við í semifinaluni av svensku Gladiatorunum. Hetta var stak spennandi, og var frøðin stór tá Johan vann móti hinum luttakarnum.

Kl 22.00 komu hvirlunar endiliga á Evedal Vandrarhem, har búgvast skal, og hóast dagurin hevði verði langur, so tók tað eina løtu áðrenn friður var.

fleiri myndir koma í myndasavnið

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *