Lang lop á Tórsbreyt

Heri kvalificera seg til 11. oyggjaleikirnar
19.04.2011
Marita var flúgvandi
28.04.2011

Lang lop á Tórsbreyt

Nú endaspurturin av oyggjaleikakvalifikatiónini er í hæddini, var skipa fyri kapping í longdarlop á Tórsbreyt. Hetta er triðja slíka kapping innanfyri góða viku, og allir pílar tykjast peika rætta vegin. Hesaferð vóru fimm luttakarar við, harímillum Daniel D. Rein (Bragdið/’90) og Trygvi (’94), ið eru teir, sum stríðast við oyggjaleika-kravið. Kravið hjá Daniel er at hann skal leypa 6,20 m, ið er A-kravið, meðan Trygvi, sum limur í talentbólkinum skuldi klára B-kravið, ið er 5,95 m. Tað var nógvur undanvindur, og hóast tað gav eyka ferð og flog, so kravdi tað eisini eyka fokus á kropsburð í atrenning og lopi, og ikki minst at framhaldandi justera atrenningina so at hon passar í skiftandi vindinum.

Daniel byrjaði kappingina við at seta av 15-20 cm áðrenn plankan, og tá mált var segði mátibandi 6,19 m (v: -6,1 m/s). Tíðanverri kom Daniel ikki longur út hesaferð, men hann veit so at hann í dag leyp uml. 6.40 m. Eitt stak flott lop, hóast vindurin var máldur til 6,1 m/s undan. Trygvi byrjaði við at leypa væl tey fyrstu 4 lopini, men tíðanverri vóru øll yvirtrak við millum ½ og 10 cm. Í fimta umfarið bar so betur til, og tá lendi hann á 5,76 m, ið er persónligt met við 7 cm. Í síðsta lopið vísti hann so hvussu góða psyku hann hevur, tí tá kom longsta lop á degnum hjá honum. Tað bleiv mált til 6,22 m. Tíðanverri var tað yvirtrakk við uml. 1 cm. Harafturat misti hann vinstra fót í lendingini, soleiðis at hasin nart við sandin nógv fyrr enn neyðugt. Trygvi kann tó ugga seg við at hann, eins og Daniel, hevur lopi væl longri enn oyggjaleika kravið. Hini í kappingini lupu eisini væl. Bjarni (’94), betraði um sítt persónliga met við 30 cm, so tað nú er 5,49 m (v: -5,49 m/s). Í síðsta lopi gjørdi hann tíðanverri eisini yvirtrakk, men tað bleiv so mált til 5,68 m. Marita (’98) bøtti um sítt persónliga met við 11 cm, so tað nú er 4,10 m (v: -6,0 m/s) og Helena (’01) bøtti sítt við 30 cm, so tað nú er neyvt 3,00 m (v: -6,7 m/s).

Tað sæst at venjingin er á góðari leið, og har er ongin ivi um at líknandi og betur longdir verða náddar av øllum, eisini uttan vind, tá sumri nærkast.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *