Landsliðskastarar hjá Hvirluni til Bottnaryd í vikuskiftinum

Hvirluvindarnir á Frælsinum
26.06.2008
Nýggjur venjingarbólkur av bakkastokki
30.06.2008

Landsliðskastarar hjá Hvirluni til Bottnaryd í vikuskiftinum

Landsliðkastararnir hjá Hvirluni, Heri, Rógvi og Randi, skulu til Svøríkis í vikuskiftinum at kappast. Tað snýr seg um kastikapping burturav, t.v.s. ongar aðrar frælsar ítróttir eru á skránni.

Kappingin byrjaði sum lítil stevna, men er nú vorðin stór, skilt á tann hátt, at millum luttakararnar eru fólk í heimsklassa, t.d. andlit sum eru at síggja til Golden League. Av tí sama vænta vit ikki høgar plaseringar, men met kunnu gerast, og so verður tað uttan iva ein fantastiska inspirerandi túrur, tí tað er ikki á hvørjum degi, ein sær so nógvar dugnaligar kastarar, sum allir hava ein framúr góðan teknikk og ivaleyst serdrøg eisini. Fyri hvirlukastararnar verður túrurin helst ein samanrenning av avbjóðing og námsferð, men lærdómur og áræði er eisini kærkomin herfongur.Kappingin er í lítla býnum Bottnaryd skamt frá Jönköping, og innbjóðingin er m.a. eitt úrslit av venjingarleguni fyrr í ár, so samstarv er at fegnast um.
 

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *