Kvinna úr Grønlandi og maður úr USA vunnu NATLOC 2012

O-renning á Nólsoynni ein góð uppliving
14.07.2012
So nærkast Jatnatøk!
21.07.2012

Kvinna úr Grønlandi og maður úr USA vunnu NATLOC 2012

Triðja og síðsta kapping av FAR-O var á rossagøtunum uppi við Kerjalón í Tórshavn. Heilir 26 luttakarar vóru, og serliga stuttligt var tað at síggja opna klassan, har nógvur føroyingar vóru við.

Á skránni var tað sum innan orienteringarrenning verður nevnt miðteinur. Tvs ein teinur uppá uml. 5 km í beinari linju millum postarnar. Hetta verður tó stytt um nógv brekka skal rennast. Hesaferð var tó valgt, hóast nógv brekka skuldi rennast, at lata tann torføra banan verða 5 km, meðan tann minni torføri (intermediate) var 2,9 km.

Útyvir sigurin á síðsta teininum, so skuldi eisini avgerast hvør gjørdist “North Atlanic Orienteering Champion 2012”. Tað er tann, sum hevur savna sær flest stig hjá ávikavist monnum og kvinnum í teimum nýggju kappingunum, ið hava verði (3 í Grønlandi, 3 í Íslandi og 3 í Føroyum). Vinnarin av hvørjari kapping fær 5 stig, nummar tvey fær 4, nummar trý fær 3 osf.

Hjá monnum var avgjørt undan síðstu kapping at amerikumaðurin Tom Strat hevði tryggja sær so nógv stig at hann ikki kundu heintast. Hjá kvinnum var spenningurin harafturímóti stórur. Eitt stig var á muni millum nummar 1 Miru úr Grøndlandi  og nummar 2, ið eisini kom úr Grønlandi, og tí var rættuliga opi hvør fór við sirginum. Av tí at Mira hevði gjøgnumført eina kapping meir enn Dorte merkti tað, at um javnt var í stigum undan síðstu kapping, so vann Mira. Kravi til Dorte var tí at hon skuldi enda tvey pláss frammanfyri Miru.

Mira var síðst avstað, av øllum og tí eisini seinni heim enn Dorte. Dorte lá leingi á øðrum plássi. Tá so Mira kom funnu tær beinan vegin útav at Dorte var tann skjótara, men eftir var at finna útav hvørt nøkur var komin á mál millum tær báðar. Tað vísti seg tá allar tíðirnar vóru komnar inn at Dorte gjørdist nummar tvey, meðan Mira gjørdist nummar fýra. Sostatt vann Dorte NATLOC 2012 hjá kvinnum.

Skráðin fyri NATLOC 2013 er longu løgd, og har er tað so at dagarnar 22-24. Juni verður kappast í Nuuk, 28.-30. Juni verður kappast í Reykjavík, meðan tað verður kappast í Føroyum 3.-5. Juli. Vit vóna at enn fleiri føroyingar fara at royna seg í hesum slag av kapping, har bæði krøv og upplivingar eru aðrar enn til onnur rørslutiltøk.

Úrslitini koma í næstum, og fleiri myndir eru í myndasavninum.

1 Comment

  1. Lea í Haga says:

    Hvussu kunnu vit síggja tíðirnar frá NATLOC-renningini?

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *