Kuldi, vindur og regn darvaði íðkarunum

Triðja opna kappingin innanfyri eina viku var aftur ávirka av køldum regnið, sum kom við 6-10 m/s inn eftir Tórsbreyt. Íðkarar gjørdu tó tað teir megnaðu, og fingu kappingar royndir, um enn úrslitini ikki hava so nógv at siga undir slíkum umstøðum.

100 m
Tað vóru sjey gentur, sum vildu royna seg á 100 m, tískil var neyðugt við tveimum riðlum. Í tí fyrra vóru vóru tær báðar sum í 2016 báðar bøttu um føroyska metið, ið annars hevur staði síðan einaferð í 90’unum. Báðar hava tær tó stríðst við skaðar í vetur, og tí gjørdist tað tættari millum tær og hinar enn vanligt er. Úrslitið gjørdist at Elisabeth Holm Simonsen (‘01/Bragdið) vann við tíðini 13,32 sek, meðan Alda Sigurðsdóttir Lamhauge (‘98/Hvirlan) gjørdist nummar tvey við 13,53 sek. Bára Jógvansdóttir Glerfoss (‘03/Bragdið) rann 13,56 sek og Teresa Fríðriksdóttir Bláhamar (‘01/Bragdið) 13,74 sek.

 

Alda hevur arbeitt nógv við at broyta sprint-stílin, og hesaferð sást at nú er teknikkurin við at verða komin uppá pláss. Tí verður spennandi at fylgja við hvussu tað ferð at ganga í summar.

 

Í øðrum riðli rann Sára Iversen (‘03/Bragdið) 13,70 sek, meðan Sjøfn Gudmundsdóttir (‘00/Hvirlan), sum nýliga er byrja at venja aftur eftir ein langan steðg, rann teinin uppá 14,10 sek og Andrea Kirstina Møller (‘02/Bragdið) rann teinin uppá 14,25 sek.

 

Hjá dreingjunum vóru tað eisini átta sum høvdu boða frá luttøku. Allir umboðandi Bragdið. Í Fyrra riðlinum rann Xavier Malahaes (’99) teinin uppá 11,93 sek, Andras B. Antoft (’02) 11,97 sek, Miso Buha (’03), 12,42 sek, Hans Erland Thomsen (’03), 13,02 og William Helmsdal (’02), 13,67 sek.

Tíðanverri miseydnaðist tíðtøkan í øðrum riðli, og tí fingu teir tríggir Jónas Isaksen, Jógvan K. Glerfoss og Eiri J. Glerfoss ikki at vita hvussu skjótt teir runnu.

 

Longdarlop
Hóast vindurin var undan í longdarlopinum, so gjørdi nógvi kuldin at møguleikin fyri at fáa eina góða kapping ikki var til staðar. Tað vóru tó seks gentur, sum ynsktu at royna seg. Hjá teimum Elstu leyp Edna Maria (‘97/Hvirlan) tvey lop áðrenn hon pakkaði saman. Tað longsta gjørdist 4,45 m. í næst elsta bólki leyp Teresa F. Bláhamar (‘01/Bragdið) 4,55 m og Sjøfn Gudmundsdóttir (‘00/Hvirlan), sum eisini gavst eftir tvey umfør, 3,73 m. Í yngsta bólki leyp Andrea K. Møller (’02/Bragdið) 4,41 m, Bára J. Glerfoss (‘03/Bragdið) 4,31 m og Sára Iversen (‘03/Bragdið) 3,97 m.

Tað sást at Edna Maria er styrkna í vetur, so har er lítil ivi um at við góðari venjing á breytini, so kunna tey longu lopini skjótt koma. Sjøfn vísti hvussu væl hon hevur tikið teknisku venjingina til sín, tí tempo gjøgnum lopið var neyvt soleiðis sum arbeitt hevur verði fram ímóti.

Hjá dreingjunum vóru fýra luttakarar, allir úr Bragdinum. Her gjørdust úrslitini:  Xavier Magalhaes (’99): 5,59 m, Miso Buha (’03): 5,29 m, Jógvan K. Gullfoss (’04): 4,69 m og Eiri J. Glerfoss (’05): 3,95 m

Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *