Kristian Martin nummar 4 til innandura EM

Hvirluvindarnir venja úti – Tórsbreyt
15.03.2011
Opin kapping á Tórsbreyt sunnudagin (27/3-11)
25.03.2011

Kristian Martin nummar 4 til innandura EM

Kristian Martin er í løtuni í Finnlandi har hann luttekur í innandura EM fyri fólk við menningartarni. Við á ferðini er landsliðsvenjarin hjá ÍSB Sonni Djurhuus. Fyrsta kappingin hjá Kristian Martin var fimm-kampurin, ið umfatar: 60 m forðarenning, longdarlop, kúlustoyt, hæddarlop og 1000 m renning.

Úrslitini hjá Kristian Martin vóru:

  • 60 m forðarenning: 12,16 sek (persónligt met)
  • longdarlop: 4,62 m (persónligt met)
  • kúlustoyt: 7,82 m
  • hæddarlop: 1,55 m
  • 1000 m renning: 3 min 14,46 sek (persónligt met)

hetta gav samanlagt 1828 stig (persónligt met), ið rakk til eitt samlað fjóra pláss. Eitt stak flott úrslit.

Áðrenn Kristian Martin kemur heim aftur, skal hann sunnudagin luttaka í kúlustoyt sum einkultgrein.

2 Comments

  1. Ingela says:

    Vad glad jag blir!! Jätte bra och lycka till i framtiden.

    Ingela

  2. hziska says:

    hej Ingela; vi glæder os til at du (og de andre fra växjö) kommer på besøg i juli 🙂

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *