Kristian Martin kom út á 9,41 m í INAS EM

Úrslit frá øðrum umfarið av Grand Prix
08.06.2014
Imponerandi úrslit síðsta umfarð av Grand Prix á breyt
22.06.2014

Kristian Martin kom út á 9,41 m í INAS EM

Kristian Martin Garðalíð er ein a úrvalsíðkarunum hjá ÍSB og tað er í tí sambandinum at hann er í Bergen op Zoom í Hollandi, har EM fyri menningartarna er í hesum døgum. Hin íðkarin í ferðalangum er Júst í Túni, sum skal renna 800 og 1500 m. Ferðin til Bergen op Zoom gekk við flogfarið umvegis Kastrup og Amsterdam. So var koyrt í bussi síðsta strekki. Ferðalagi býr á hotellinum Hotel de Draak í míðbýnum.

20140612-3141

Upptaktin hevur verði góð, tí Kristian Martin hevur í ár bøtt um síni persónligu met í kúlu, diskus og spjót umframt at hann hevur tikið síni met í relevantu test-greinunum innan styrkivenjing. Kvikleiki og lopstyrki er ikki komi heilt uppaftur enn eftir skaðan, men har er framgongd eisini at hóma.

kula

Kristian Martin skuldi royna seg í kúlustoytið longu fyrsta dagin. Kúlustoyt var flutt av stadion inn á torgi í miðbýðin beint framman fyri hotellið. Tíðspunkti var 15 min eftir at setanahátíðin var av, og tí kundi Kristian Martin ikki luttakað í skrúðgonguni. Í staðin var fari at hita upp. Ikki var pláss at hita upp har kappingin skuldi verða, og tí endaði upphitingin við at verða á grasplenu við eina kirkju nærhendis.

20140612-3158

Eftir upphiting var farið til “call room”, har hann noyddist at bíða í 15 min inntil hann slapp inn saman við hinum kúlustoytarunum at taka síni royndarstoyt áðrenn kappingin fór í gongd. Longu til upphiting sást at tað nervaði Kristian Martin at áskoðarnir stóðu so nær (1-2 metrar allan vegin rundan um kasti ringin), í mun til vanligar kappingar har kúlustoyt er innanfyri rennibreytina á einum frælsastadion.

20140612-3168

Í fyrsta umfarið kom Kristian Martin út á 9,20 m, sum er ein góðkend byrjan. Tekniskt var tað tó ikki gott, tí hann “lat upp” ov skjótt, tvs at hann byrjaði at arbeiða uppá kúluna áðrenn hann var lendur í kraft-støðuni (power position) eftir atrenningina. Hetta ger at hann ikki fær skapt nóg nógva kraft í beinunum til at fáa nøktandi ferð á kúluna. Hetta er ein detalja, sum nógv fokus hevur verði á,og sum er batn munandi, men hesaferð gjørdu nervarnir at gamli teknikurin kom fram aftur. Næsta umfarð var meir vilji í men teknikkurin var hin sami. Kúlan kom tó út á 9,41 m, ið er eitt vet longri enn til HM í fjør. Síðsta umfarð lendi kúlan 9,35 m. Teir 9,41 m í øðrum umfarið rukku tó ikki til eitt pláss millum teir átta bestu, sum sluppu at halda áfram trý umførð afturat.

Nú verður so fari í gongd við at venja víðari, har fokus framhaldandi verður at fáa teknikkin stabilari, umframt at økja um bæði kvikleika og styrki. Lítil ivi er um at er nógv eftir í Kristian Martin.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *