Kristian Martin Garðalíð til HM fyri íðkarar við menningartarni

Stuttleikir í besta veðrið
02.06.2013
FM í orienteering 7. juli
08.06.2013

Kristian Martin Garðalíð til HM fyri íðkarar við menningartarni

Komandi viku ferð ungi Kristian Martin Garðalíð at royna seg í dysti við sínar javnlíkar í Prague, har HM fyri íðkarar fyri menningartarnið verður.

Kristian Martin hevur vant við Hvirluni seinastu tvey árini. Summari 2012 fulla tíð saman við hinum íðkarunum í Hvirluni, har hann legði góðan 1½ m omaná úrslitini í kúlustoytið hjá sær, umframt at hann bøtti um síni met í flestu greinum. Hæddarpunktið kom á Herning Games, har Kristian Martin bøtti munandi um metið í m.a. kúlustoyt (video niðanfyri). Heysti 2012 vandi hann renning við landliðsvenjarnum hjá ÍSB, men ein skaði gjørdi, at hann noyddist at steðga við hesum, og venur hann nú aftur fulla tíð við Hvirluni. Ætlanin er at venja fleiri greinar, men skaðin gjørdist tó drúgvur og hevur hann gjørt, at lop og sprint venjing ikki hevur verið ein møguleiki, umframt at styrkivenjingin ikki er møgulig á tí støði, ið krevst.

Kristian Martin hevur tó kempað tað hann kann, og hevur bøtt munandi um teknikkin og rútmu-kensluna hesa tíðina. Hvussu nógv hetta kann kompensera fyri manglandi fysiska venjing síðsta hálva árið, fáa vit at síggja í Prague komandi viku.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *