Komið og rørið tykkum í náttúruni – komið til Náttururenning við Kerjar 17.november 2018

“Skálavík” var aftur heima á Sandi í ár
07.10.2018
Rigmor vann í Danmark
28.10.2018

Komið og rørið tykkum í náttúruni – komið til Náttururenning við Kerjar 17.november 2018

Trýst her fyri at melda til!

Hvirlan skipar aftur í ár fyri frálíka tiltakinum – Náttúrurenning við Kerjar – leygardagin 17.november kl 13. Tiltakið er fyri øll – familjur við og uttan børn, ung og eldri, gongufólk og rennarar.

Vel millum 3 rutur: 1,5 km – 5,5 km – 10,5 km. Vit byrja á økinum við Berg Hestar.

Á málinum bjóða vit saman við Hotel Føroyum heitt kakao og bollar. Berg Hestar bjóðar inn í ríðihøllina, so tað ber til at fara í lívd og njóta løtuna við kakao og bollum og ikki minst einum góðum práti við hinar luttakararnar. Eisini eru nøkur smá wc sett upp á økinum.

Tá øll eru komin á mál, draga vit um hesar vinningar:

  1. Vikuskifti fyri 2 á Hotel Føroyum við sjálvtøkuborði í GRAS og morgunmati
  2. Gávukort frá Heima í Havn
  3. Gávukort frá Meira av tí góða
  4. Gávukort frá Intersport, gangi-/renniskógvar
  5. Gávukort frá Niels L. Arge á Kongabrúnni
  6. Tjógv

Drátturin er skipaður soleiðis, at vinnarin heintar vinningin beinanvegin. Um so er, at vinnarin ikki er til staðar at heinta vinningin, verður drigið umaftur.

Melda til og rinda on-line umvegis www.fif.fo

Royndu rennararnir tilskila, um tey luttaka í vetrarkappingini eins og vanligt er.

Renniblusa er til øll, ið melda til innan 10. november. Tilskila við tilmeldingina, hvørja stødd tú ynskir. Um tú ivast, ber til at fara í Intersport í Jónas Broncksgøtu at royna blusuna og avgera røttu støddina.

Tit kunnu eisini melda til á staðnum, men tá fæst eingin renniblusa.

Parkering. Kemur tú við bili, ber til at seta bilin á stóra parkeringsøkinum hjá Hotel Føroyum. Beint við frákoyringina til Hotel Føroyar og áðrenn omankoyringina til Berg Hestar er eisini eitt øki, har nakrir bilar kunnu parkera.”

Trýst her fyri at melda til!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *