Pinkufrælsar byrja aftur :-)
25.04.2012
Hvirlan góð úrslit í vindinum á Tórsbreyt
28.04.2012

Kom við!

Hvirlan er nú góð fýra ára gomul, men hevur tó megna at bitið seg fastan sum eitt av teimum “stóru” tá hugsa verður um úrslit, bæði hjá børnum og vaksnum. Enn er tó pláss fyri fleiri limum, so um onkur hevur hug at gerast limur, tað verði seg fyri at stuðla felagnum ella fyri at kunna kappast í FM og GrandPrix kappingum, so kann tað gerast við at gjalda limagjald á konto 9181-166.834.1 í Eik banka, umframt at senda ein teldupost til hvirlan(kurla)hvirlan.fo við navn, árgang, búðstað, teldupost og telefonnummar. Árliga limagjaldið er 200,-, sum eigur at verða goldið í oktober á hvørjum ári (lima-árið er frá oktober – september). Tey, sum eru partar av venjingarbólkum, “sunnudagstúrurin” undantikið, gjalda eitt venjingargjald umframt limagjaldið. Meir kunning um venjingargjaldið fæst við at venda sær til ein av venjarunum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *