Klárt at melda til Kerjar 2013

Elias flott úrslit á langteini í Danmark
20.10.2013
Runt Agnið
09.11.2013

Klárt at melda til Kerjar 2013

TILMELDING!

Hvirlan skipar aftur í ár fyri frálíka tiltakinum – Náttúrurenning við Kerjar – leygardagin 23. november kl. 13.00. Tiltakið er fyri øll, familjur við børnum, eldri og yngri, rennarar og gongufólk.

Byrjað verður við upphiting í Kerjum og síðan er møguleiki at velja ímillum 3 rutur: 1,5 km 5,5 km 10,5 km.

Kort yvir ruturnar (trýst á kortið fyri størri útgávu):

Tá tú meldar teg til, skalt tú vinaliga tilskila, hvørji av hesum renningum, tú ynskir at luttaka í:

  • Náttúrurenning við Kerjar
  • Vetrarkappingini

Um tú ætlar tær at kappast í renning gjøgnum veturin, skalt tú velja Vetrarkappingina. Tað eru 8 rennikappingar í alt, sí frágreiðing um Vetrarkappingina á www.fif.fo.
Tá komið er á mál, bjóðar Hotel Føroyar heitt kakao og bollar, meðan lutakast verður um hesar vinningar:

  1. Sveimandi vikuskifti fyri 2 á Hotel Føroyum
  2. Gávukort frá Áarstovu fyri 2
  3. Gávupakki frá Niels L. Arge á Kongabrúnni
  4. Gávukort til renniskógvar til kvinnu frá Thomas Dam Intersport
  5. Gávukort til renniskógvar til menn frá Thomas Dam Intersport
  6. Gávukort frá hvonn fyri 2
  7. Tjógv
  8. Gás

Drigið verður um vinningarnar aftan á renningina, og vinnarin skal vera á staðnum, annars verður drigið umaftur.
Meldar tú teg til innan 9. november, fært tú eina flotta renniblusuna. Viðmerk stødd á renniblusu.
Kostnaður fyri luttøku er hesin: Vaksin 100 kr., børn 50 kr.

Tilmelding er at finna her.

Filmur um hvussu leikur fór í 2012 sæst her.

2 Comments

  1. regin says:

    viðv. avheinting/útlevering av blus… verður tað líka sum í fjør. ella verður tað á staðnum saman við startnummar?

  2. Birna Abrahamsen says:

    Blusan v.m. skal avheintast fríggjadagin hjá Thomas Dam Ítrótti dagin fyri millum kl.15-18

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *