Kirkjurenning jólaaftan – Børn, Ung og Vaksin

BROYTING í venjing mikudagin
21.11.2010
Síðsta hvirluvindavenjing fyri jól mikudagin 8. des.
06.12.2010

Kirkjurenning jólaaftan – Børn, Ung og Vaksin

Aftur í ár verður skipað fyri kirkjurenning jólaaftan. Tiltakið er fyri øll, og tey, ið hava hug at ganga okkurt petti av teininum eru eisini vælkomin. Børnini sleppa eisini upp í part, eins og leiðirnar, ið runnar verða, kunnu lagast til tíð og áhuga (sjá yvirlit yvir møguligar leiðir, um ein ikki ætlar sær allan vegin til Kirkjubøar og heimumaftur). Kort yvir ruturnar sæst her (svørt ruta: uml. 30 km, grøn ruta: uml 11½ km, blá ruta: uml 7 km, violet ruta: uml 2½ km). Ein Hvirlu-rennari kemur at renna á hvørjari rutu soleiðis at tey, sum ivast í rutuni, kunna fylgja við viðkomandi. Tað er onki aldursmark, men tó metir Hvirlan at tað er best um rennarar eru omanfyri 16 ár áðrenn tey royna seg á 30 km túrinum og 14 ár áðrenn teir royna seg á 11½ km túrinum og 12 ár áðrenn farið verðu undir 7 km túrin. 2½ km túrurin er eyðmerktur til børn, tó eru vaksin vælkomin at renna við børnum.

Tað er Hvirlan, ið skipar fyri, og byrjað verður á Tórsbreyt kl. 10 jólaaftansmorgun. Børnini renna niðan til Hoyvíkar kirkju eftir gøtunum, og komin oman aftur á frælsavøllirnar verður okkurt spæl og frælsakent á skránni. Hjá teimum vaksnu verður runnið eins og vanligt oman fram við katolikkakirkjunum, fram við Landssjúkrahúsinum, vestur til Kirkjubøar og heim aftur, har Vesturkirkjan, Havnar kirkja, Adventistakirkjan og Hoyvíkar kirkja eru á leiðini. Sjálvandi ber til hjá fólki at gera sær sína “egnu” leið (sjá kort) og bert taka nakrar av kirkjunum, men tað er bæði stuttligt og hugnaligt, at øll byrja í senn.

Vátt og turt í Kirkjubø

Fyrireikararnir boða frá, at fólk eru í Kirkjubø at traktera tey treystastu, meðan hini, ið renna styttri leiðir fáa okkurt undir tonna á frælsavøllunum “við vejs ende”. Somuleiðis vilja vit eisini vita, tá fólk eru komin aftur av sínum leiðum, soleiðis at eingin av misgáum verður slept/ur á fjall henda dagin.

Talið hevur verið vaksandi seinastu árini, og vit gleða okkum at síggja nakrar jólarennarar aftur í ár.

Fyri børnini er tað eisini eitt gott høvi at fáa tíðina at ganga, tí øll minnast vit helst, hvussu seint tíðin gekk jólaaftan – tað var eins og klokkan gekk aftureftir.

Síggjast jólaaftan 🙂

Rigmor og Randi

Myndirnar av kirkjunum eru tiknar av Maritu Gulklett og eru at finna á www.jenskjeld.info

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *