Kirkjurenning jólaaftan

Eirikur og Maria vunnu Kerjar 2019
Ein góð byrjan uppá Stórmót ÍR 2020

Kirkjurenning jólaaftan

Sekstanda árið á rað verður skipað fyri kirkjurenning í Suðurstreymoy jólaaftan.

Tað er Hvirlan, ið skipar fyri, og byrjað verður á Tórsbreyt kl. 10.00.

Runnið verður í prátitempo og eru tvær rutur.

Kirkjur í Tórshavn – 6 kilometrar
Kirkjur í Tórshavn og Argir – 8,5 kilometrar

Eins og undanfarin ár eru øll hjartaliga vælkomin við – eisini útisetar og tey, ið bara hava hug at renna ein stuttan túr og fáa fríska luft. Flestu árini hava 60 til 80 runnið við, eisini tá veðrið hevur verði ein eyka avbjóðing.

Tiltakið er ókeypis og uttan tilmelding. Hvirlan vil í ár stuðla “Takk” hjá Barnabata, og tí ber til hjá teimum, ið luttaka at lata pening ‘í talvuna’ ella flyta á kontu 9181-166.834.1 og viðmerkja Kirkjurenning. Peningurin fer óskerdur til Barnabata.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *