Kirkjurenning jólaaftan

Síðsta hvirluvindavenjing fyri jól verður sunnudagin 11. desembur :-)
05.12.2011
Hvirluvindar farnir í jólafrí til 4. januar
13.12.2011

Kirkjurenning jólaaftan

Eins og undanfarin ár skipar Hvirlan fyri renning jólaaftan. Byrja verður á Tórsbreyt og so verður runnið til kirkjur í Tórshavn, og fyri tey mest ambitiøsu, kann leiðin leggjast framvið múrinum og kirkjuni í Kirkjubø. Hetta er tiltak, har luttakara talið er vaksi á hvørjum ári, frá 2005, tá Rigmor N. Arge rann einsamøll, til í 2010, tá tað vóru uml. 60 rennarar, sum høvdu avgjørt at renna sær ein túr uppá 2½, 7, 11½ ella 30 km í kavanum.

Hetta er ein góður máti fyri børn sum vaksin at byrja Jólaaftan við, og vóna vit at nógv fara at leggja leiðina framvið Tórsbreyt 24/12 kl. 10. Nærri kunning kemur seinni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *