Kirkjurenning í allar besta veðrið

Elias í stórformið á Tórsbreyt
12.12.2010
Kapping 28. desember – ÚTSETT TIL 29. DESEMBER!!
25.12.2010

Kirkjurenning í allar besta veðrið

Hetta var sættu ferð at Kirkjurenning var á skránni jólaaftan, og nógv er broytt síðan Rigmor einsamøll rann teinin til Kirkjubøðar og aftur í 2005. Árið eftir fekk hon selskap av Óla Olsen, og síðan hevur vøksturin verið støðugur, og í 2009 vóru tað umleið 30 fólk í fóru avstað. Í ár vóru tað millum 60 og 70 fólk, ið møttust kl. 10 á Tórsbreyt fyri at nýta høvi at røra seg saman við øðrum jólaaftansmorgun.

Tey yngstu og onkur foreldur runnu 2½ km niðan til Hoyvíkar kirkju. Teir longru túrarnir vóru ávikavist 7 km, 11½ km og 30 km. Randi var hara (rann fremst) meðan Rúni var skjaldbøka (rann aftast) niðan til Hoyvíkar kirkju, og har var hugnaligt at koma, tí har stóð Katrin Dahl og bjóðaði piparnøtur. Tá børnini komu oman aftur skipaði Randi fyri nøkrum spølum, har var bóltstafettir og skógvaspæl á skránni.

Tey vaksnu sum høvdu runnið runt í Havnini, komu tey flestu aftur um somu tíð. Tey, ið runnu 7 km, høvdu Tummas Napoleon sum skjaldbøku, meðan tey sum runnu 11½ km høvdu Birgir sum skjaldbøku. Tað var nógv prátað meðan fólk fingu sær heita ribena-saft, trøllavatn ella kaffi og jólabollar, shokulátu, rosinur ella peanuts afturvið.

Í kirkjubøð stóð Napoleon og tók ímóti við bæði kaffi, peanuts og sjokulátu til tey, sum høvdu valt at taka longsta túrin. So var farið undir aftur túrin til Havnar. Onkur rann allan vegin, onkur fór við bili niðan á velbastaðháls, meðan onkur valdi at koyra allan vegin til Havnar aftur. Hetta er ein fyrimunur við einum tiltakið sum hesum, at øllum er frítt stilla, hvussu tey velja at skipa sær túrin.

Fyrireikarnir eru sera væl nøgdur við undirtøkuna, og vóna at vit síggjast aftur næstu ferð.

fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *