Kirkjurenning 2013 – kirkjurennararnir eru ikki sartar sálir

Kirkjurenning fyri tíggjundu ferð
23.12.2013
Gleðilig jól og gott nýggjár
26.12.2013

Kirkjurenning 2013 – kirkjurennararnir eru ikki sartar sálir

Útivið 70 rennarar troppaðu fegnir upp til kirkjurenning. Hugaligt og eitt sindur ótrúligt, tí jólaaftansmorgun byrjaði hjá teimum flestu við at regnið glumdi niður á sinktøkini, men summi høvdu verið og kannað veðurforsøgnina, sum boðaði frá nøkulunda turrum veðri fyrrapartin, og onnur høvdu sett sær fyri at renna, og tað var tað!

Hvirlan vil við hesum takka hjartaliga fyri undirtøkuna 🙂

“Same procedure as every year, James!”

Nakað soleiðis er vorðið við kirkjurenningin, nú vit kundu rista X fyri teirri tíggjundi av slagnum. Forkvinnan bað vælkomin, Rigmor greiddi frá ymsu leiðunum og vísti til ábyrgdarfólkini, børnini fingu at vita, at tey fingu nærri boð, tá ið rennararnir vóru farnir, og áðrenn allur riðilin fór avstað, sungu vit fyrsta ørindi av “Gleðilig jól”.

 img_3596

Barnatúrurin var skipaður sum postarenning eftir gøtunum  í Hoydølum við útsýni til Hoyvíkar kirkju. Fimm børn vóru møtt, og tey fóru avstað sum eitt lið við einum vaksnum leiðara. Tey fingu útflýggja kort, sum var loftmynd av økinum, og á kortinum stóð, hvar teir níggju postarnir vóru. Á hvørjum posti stóð ein stavur, sum tey skuldu seta saman til orð, tá ið tey komu aftur á væl. Tey brúktu eina løtu at kunna seg við kortið, og hvussu tey skuldu halda til brots. Tey samstarvaðu væl, funnu allar postarnar, og tá ið tey trý korter seinni stóðu á Tórsbreyt, gittu tey púra rætt, at orðið, tey skuldu finna var: JÓLAMAÐUR 🙂

WP_20131224_005

Tey skjótastu mundu vera aftur eftir góðan hálvan tíma, og so komu fólk so líðandi øll á mál aftur. Hugaligt var práta eina løtu á málinum, fáa søtt undir tonna og heitt at drekka, áðrenn farið var heim til jólastákanina. Øll so fegin og smílandi, og alt, ið bar brá av jólarokið og jólastrongd, tóktist so fjart so fjart.

img_3730

Eins og undanfarin ár var okkara trúgvi Napoleon í Kirkjubø og trakteraði rennararnar av tí seiga slagnum. Í ár mundi tað vera eini 5-6, ið runnu til Kirkjubøar.

Fleiri myndir eru í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *