Kerjarenning ein sólskinssøga – enn eina ferð ;-)

Kerjar 2013 – blusur kunna avheintast!
18.11.2013
Nonnuskúlin stongdur 6.-10. desembur
28.11.2013

Kerjarenning ein sólskinssøga – enn eina ferð ;-)

Tá ið øll spæla góð, so kann tað bara vera gott. Soleiðis var í dag, tá ið Hvirlan saman við Hotel Føroyum skipaði fyri Náttúrurenning undir Kerjum á øðrum sinni. Hvirlan skipaði fyri á triðja sinni, men í fjør kom Hotel Føroyar við og sigast má, at tað samstarvið hevur givið fisk í trolið, tí luttakaratalið var eins og í fjør út ímóti 400.

Endamálið – kapping, familjutiltak og hugnatúrur við høgum pulsi eins og prátiferð

Fremsta endamálið er at geva fólki eina serliga uppliving, sama um ein tendrar upp á kapping, ein góðan túr við makanum ella vinfólki ella barnavogni ein hálvkaldan vetrardag í setandi sól seinnapartin. Hetta mugu vit siga lukkaðist, tí parkeringarplássið var loðið av fólki, tá ið ungar hvirlur fingu øll at svinga og hoppa á staðnum, áðrenn farið var til stroks út í hagan eftir gøtunum, sum eru eitt hanagleiv frá býnum.

Sigast má eisini, at tað kendist sum endamálið var rokkið, tá ið fólk í øllum aldri komu smílandi á mál og løgdu leiðina í tjaldið, har kakao og bollar vóru at fáa. Tað var Hotel Føroyar, sum stóð fyri hesum, og væl var drukkið, tí tá ið avtornaði var grýtan við teimum 100 litrunum (!) sum slokt. Hetta var sjálvsagt harmiligt fyri tey síðstu, ið eisini trongdu til ein heitan munn, tí hóast lítið lot av útnyrðingi, so er kalt, tá ið sólin er farin niður, og desembur er á gáttini. Sjómaður er sjáldan ráðaleysur, og tað eru tey á Hotel Føroyum heldur ikki, tí tað gekk bert ein løta, so kundu fólk fáa fløvan við einum kaffimunni 🙂

Bananirnar frá Poul Hansen Heilsølu og drykkjuvørur frá Aqua D’or og Okkara komu eisini væl við, meðan fólk góvu sær stundir at práta og lata børnini spæla í góðveðrinum.

Hvirlan við í Vetrarkappingini

Sum nakað nýtt var Kerjarenningin vorðin partur av Vetrarkappingini (VK)hjá FÍF, so onnur krøv vóru til tíðtøku enn undanfarin ár. Tíverri fyri okkum var málklokkan horvin, so trupult var hjá áskoðarunum og rennarunum at fylgja við og hava hóming av ymsu tíðunum, men stoppur var á málinum, so skrásetingin var í lagi. Vónandi kemur Hulda aftur við klokkuni, so eingin annar stendur í slíkari støðu, tí tað kendist kiksað 🙁

Vinnarar í VK hjá ávikavist kvinnum og monnum vóru okkara egna Rigmor N. Arge og Marner Djurhuus. Somu vinnarar sum seinast, og als ikki somu heiðursmerkjavinnarar, so tey hava lagt sjógv millum seg og hini, sjá meir á heimasíðuni hjá FÍF, http://www.athletics.fo/?p=7845 Spennandi verður at vita, hvussu leikur ferð…

Eitt stórt tiltak fyri eitt lítið felag

Rennitiltak við 400 fólkum krevur sítt, og er felagið erpið av, at eiga fólk sum Birnurnar báðar og Rigmor, sum vilja standa fyri. Eisini tey, sum taka undir við hugskotum og átøkum og vísa sín stuðul, fegnast vit í felagnum um, og snýr tað seg bæði um stuðlar (Hotel Føroyar, Okkara, Aqua D’or, Th. Dam Intersport, Niels L. Arge á Kongabrúnni, samarittar, FÍF og tey ónevndu, sum lata gás av Signabø og tjógv av Sandi). Túsund takk skulu tit eiga fyri tað!

Undirtøkan eitt herðaklapp

Góða undirtøkan sigur nakað um, at slíkt tiltak er upp á pláss, tó at tað er eitt sindur øðrvísi. Teir seriøsu motionistarnir og kappingarsinnaðu rennarar fingu sítt, men nógvu barnavognarnir, ommurnar, pørini, eldhugaðu børnini og lítla familjan, sum taldi fýra ættarlið, langomman var 85 ár, er alt nakað, ið vit sum fyriskiparar fegnast um. Eisini løgdu vit til merkis, at hugnarennararnir komu úr øllum landinum: av Sandi, úr Vágum, Vestmanna, ymsastaðni úr Norðoyggjum og Eysturoynni. Roysninum hava vit hug at senda serliga heilsan og biðja vælafturkomin. Gott at síggja grønu blusurnar í kapping 😉

Við vón um, at vit øll hvirla í haganum beint við Havnina í novembur næsta ár 🙂

Fleiri myndir eru í myndasavninum

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *