Kerjar: renning, frost og heitt kakao

Kerjar: renning, frost og heitt kakao

Tað vóru útvið 250 fólk, sum høvdu meldað til Kerjar, og tá tey møttu tyktist tað, sum um veðurguðarnir høvdu verið góðum lag, men tað vísti seg at teir høvdu hug at arga, tí hóast tað var turt og stilt, so hevði tað verið so mikið kalt at ísur lá á gøtunum. Um ein er varin er tó rennandi, men tað var ikki ráðiligt at fara í gongd við at kappast, og tí var vetrarkappingin avlýst. Hetta merkti at nakrir heilt fáir rennarar valdu at fara heim, meðan væl omanfyr 200 rennarar fóru út á flottu rutuna.

Onkur tók stytsta túr, sum var góðan kilometur langur, meðan tey flestu runnu góðar 5 km. Tað vóru tó fleiri, sum valdu at taka tann langa túrin sum var omanfyri 10 km.

Tá tey komu á mál borðreiddi Hotel Føroyar við heitum kakao og nýbakaðum bollum. Hetta kom væl við, og prátið gekk lystiliga meðan tað skjótt minkaði í grýtunum við heitum kakao.

kakao

Hálvan annan tíma eftir at skotið var fyri startinum, var trekt lut um eina røð av góðum vinningum millum allar luttakararnar. Her vóru vinningar frá Kemilux, Niels L. Arge, No 12, Intersport, Barbaru og Hotel Føroyum.

Fleiri myndir eru í myndasavininum.