“Kerjar 2015” eydnaðist væl, bæði so og so

Vælumtøkta “Kerjarenningin” verður 21. november
10.11.2015
Ungir íðkarar á venjingarlegu í Svøríki
26.11.2015

“Kerjar 2015” eydnaðist væl, bæði so og so

Fleiri enn 100 rennarar høvdu leitað sær niðan til Hotel Føroyar og Kerjalon fyri at royna seg móti flottu rutuni, tað verði seg 1,5 km, 5,5 km ella tað longu uppá 10,5 km. Veðrið var av tí allar besta, men nakað av kava lá, og tí var tað væl meir krejvandi enn vanligt. Tað var tó ongin sum helt seg aftur, og tá startskotið fór, so var hildi av stað, sum altið, so vóru tað børnini, ið hildu undan. Teimum á baki fóru vaksnu luttakararnir í vetrarkappingini og at enda motionistar, ið komu eftir einari góðari uppliving heldur enn tíðum og plaseringum.

IMG_7714 IMG_7872

Tað gingur bara nakrir minuttir, so var fyrsti drongurin aftur, og stuttligt var at síggja at tað aftur hesaferð var Dánjal Dahl Ljósheim, sum í reyðum hvirlubúna var fyrstur á mál. Hjá gentunum var tað sum so ofta áður ein gul úr Treysti, sum gjørdist nummar eitt. Hjá monnunum var tað ein úr Bragdið, ið vann, men á fyrsta sinnið kom ein reyður á skammilin. Tað var tá Guðmundur Joensen, sum við einum triðjaplássi í opna bólkinum vísti at hann er sterkur innan renning.

IMG_8149 IMG_8701

Hjá kvinnunum var Rigmor við í dystinum um gullið, men hesaferð bleiv tað til silvurmerkið í opna bólkinum. Hon vann tó veteranbólkin trygt. Hjá superveteranunum tryggjaði Cecilia Arendal Hvirluni triðja gullmerkið á degnum við at vinna superveteranbólkin. Tað er stuttligt at síggja hvussu talið av luttakarum í reyðum økist fyri hvørt ár, og úrslitini blíva eisini betur, so venjingin hjá Rigmor og Hans er tíðiligvís á góðari leið.

IMG_4614

Tá fólk komu á mál fingu tey kakao og bollar frá Hotel Føroyum og Sisu og Vatn frá Føroyar Bjór. Tá síðsti luttakarin var komin á mál, var lutakast um nógvu flottu vinningarnar, og var frøin stór, hvørja ferð eitt navn bleiv rópt upp.

IMG_1596 IMG_4516

Hvirlan takkar: Hotel Føroyum, Kemilux, P/F Wenzel, Føroyar Bjór, Niels L. Arge og øllum teimum røsku hjálparunum og íðnu luttakarunum fyri at verða við til at gera Kerjar 2015 til eina góða uppliving. Vit gleða okkum til 2016.

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *