Kapping 28. desember – ÚTSETT TIL 29. DESEMBER!!
25.12.2010
Styrkivenjing
26.12.2010

Kava-venjing

Kavin hevur í vetur havt eina stóra ávirkan á venjingina, og hóast tann lættasta loysnin kanska var at latað veðrið avgerða nær ein venur, so hava vit roynt at sæð møguleikarnar, sum liggja í kavaveðrinum, og vant skránni, tvs sprint/lop mándag, kast týsdag, sprint/lop mikudag og miðtein og kast hósdag. Harafturat hava flestu  av teimum ungu vant fyri seg sjálvan leygardag. Kavin hevur tó sjalvandi eina ávirkan á hvussu vit vandu.

 

Av tí at ein ikki rættuliga fær vant max ferð og/ella startir, so hevur sprint/lop hevur fyri ein stóran part snýtt seg um renni-koordinatión og sprint-úthaldinheit. Hetta er tó nakað sum riggar stak væl í kava, tí at kavin krevur at ein lyftur knøðini samstundis, sum at tað er meira krevjandi at renna í kava. Lop venjingin hevur, vegna vanda fyri skaðum um ein roynur at seta av í kavanum, tó verði avmarka til innandurvenjingina í Kommunuskúlanum.

Kast er rættuliga hart rakt av kavanum, men tó eru nøkur elementir ein kann venja. Tá tað kemur til hamarkast er tað einans avleveringin – við vektarbóltum – og svingini sum kunna venjast, og er tað so eisini gjørt. Í diskuskasti og kúlustoyt er tað aftur avlevering og nakað av diskus/kúlu-koordinatión, sum venjast kann. Tó merkir hálkan at kast sum so ikki er ráðiligt.

Spjótkast er tað kasti sum er lættast at venja í hálku. Atrenning er góð at venja tá kavin liggur 10-30 cm tjúkkur, harafturat kann ein venja avleveringina. Tó er tað sjálvsagt ikki møguligt at venja intensiv kast, tí at ein kann ikki nýta blokkin, ið er altavgerðandi fyri eitt gott kast. Eitt sera týðandi element fyri at spjótkastara er ein skjótur armur, og har er kast við kavablakið góð venjing, og tað sæst næstan dagamunur á hvussu langt kavabløkini fara.

Tá pausur er í venjingini er tíð at leita sær hjálp, og her sóðu vit so okkara eingil 🙂

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *