Kastaragenturnar í kanónform á Tórsbreyt

Fyrsta umfarð av Grand Prix á breyt eydnaðist væl – UPPDATERA
20.05.2018
Børka og Misu lupu væl á Tórsbreyt
02.06.2018

Kastaragenturnar í kanónform á Tórsbreyt

Sprintarnir høvdu tað trupult í nógva mótvidninum, men kastaragenturnar vístu at tær eru í ferð við at flyta seg eitt stórt fet framá.

Hamarkast

Fyrsta kappingin var hamarkast. Her royndi Guðrið Káradóttir Petersen seg. Guðrið hevur higartil í ár lagt 19½ m omaná bólkametið, so hon nú bara manglar lítlan metur í føroyska metinum. Tað var tí við spenningin at bíða var eftir kappingini, fyri at vita um Guðrið megnar at halda høga støði hon hevur nátt í ár. Eftir at fyrsta kasti fór í netið, legði hon hamaran út á 37,50 m í øðrum, og tá hon í fjórða kastaði 38,06 m, slerdi hon fast at støði hjá henni er beint undir fjøruti metur strikuni.

100 m

Næsta kappingin var 100 m, har Tórur Mortensen og Miso Buha royndu seg. Her var fitt av vindi ímóti, og tí var ikki hugsingur um at seta met, men tað er góð venjing at royna seg móti vindinum. Tórur kom á mál við tíðini 11,57 sek, sum við standard korrektión fyri vindin liggur sera tætt uppá føroyska metið. Miso Buha vísti at ferðin er á góðari leið, við at renna 12,96 sek.

Diskuskast

So var diskuskast á skránni. Her vóru Helena Svabo Ziska og Guðrið við. Helena hevur stríðst við at umseta góð kast við hálvari atrenning til góð kast við fullari atrenning. Í dag sat teknikkurin í fyrsta kasti, sum gjørdist heilar 27,21 m. Tað er lítlan metur longri enn bólkametið. Hetta fyrsta kasti gjørdist tað longsta hjá Helenu. Guðrið kastaði diskin út á 24,21 m, sum bara er 24 cm frá bólkametinum.

Spjótkast

Síðsta greinin var spjótkast, og her royndu Guðrið, Sunniva Bogadóttir, Helena, Miso og Elin Niclasen seg.

Sunniva, sum er við at venja økslina uppaftur eftir skaða, royndi seg í síni fyrstu spjótkapping síðan síðsta summar. Tað sást tó ikki, at hon hevur kastað lítið og onki í seinastuni, tí longu í fyrsta kasti bøtti hon um sítt persónliga met við góðum metri, og bólkametið við nøkrum centimetrum. Hon steðgaði tó ikki har, tí í triðja umfari kastaði hon enn longur. Úrslitið gjørdist sostatt 35,59 m. Kasti hjá Sunnivu er omanfyri kravið til talentbólkin hjá FÍF.

Elin Niclasen hevur í seinastuni arbeitt við at fáa ferðina við inn í avleveringina, og hevur tað sitið heilt væl til venjing við einstøkum kastum omanfyri 30 m. Fyrsta kast vísti eisini at hetta var við at sita, tí spjótið lendi á 27,83 m, men so fór Elin verðuliga í gongd. Í øðrum umfarið kom hon út á 32,84 m, sum er persónligt met við einum góðum metri. Í triðja kom hon út á 34,15 , og í fimta kom hon heilt út á 35,97 m, og ognaði sær harvið bólkametið við einum góðum metri. Kasti hjá Elin er omanfyri kravið til talentbólkin hjá FÍF.

Miso, sum annars primert venur sprint og lop, royndi seg eisini, og her visti hann at hansara almenni formur er bøttur munandi, tí tríggjar ferðir bøtti hann um sítt persónliga met, fyrst til 34,24 m, so til 35,15 m og so at enda til 36,00 m.

Guðrið og Helena royndu seg eisini, men tað tyktist sum góðu kastini í teirra ser-greinum høvdu drena, tí hvørgin náddi longdir tær áður hava megnað. Guðrið kom út á 22,36 m, meðan Helena kom út á 23,60 m.

Næsta opna kapping verður komandi leygardag (2. Juni) kl 15:00, har 100 m, 800 m, longdarlop og hæddarlop er á skránni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *