Kapping og venjing annan dagin í Væxjø

Framkomin
09.03.2012
Strævið, gevandi og stak hugnaligt
11.03.2012

Kapping og venjing annan dagin í Væxjø

Annar dagurin byrjaði tíðliga, tí at longu kl. 9:30 skuldu Helgi og Steinolvur royna seg í diskuskast. Kasta var úr lítlum kastibúrði, sum var sett á innandura fótbóltsvøllin. Tíðanverri hevði Helgi trupulleikar við knæðnum, men royndi seg tó. Hesin skaði gjørdi at Helgi, sum annars hevur kasta stak væl í seinastuni, ikki fekk diskin út á tær longdir hann er vanur við. Longsta kasti var smáðar 30 m. Steinolvur kastaði nakað styttri í síni fyrstu kapping við 1,75 kg diskinum.

Eftir kappingina fóru restin av Hvirlunum at venja, Hesaferð stóð venjing við forðingum og forðarenning á skránni. Har vóru bæði øvilsir, sum Hvirlurnar hava roynt á Tórsbreyt eins og nýggj øvilsir roynd. Grundvenjignin tykist tó verða har, tí at tey fangaðu nýggju øvilsini stak skjótt.

Longu áðren venjing við forðingum var liðug skuldu Helgi og Steinolvur aftur í eldin. Hesaferð í spjótkast. Helgi valdi tó at geva avboð, so Steinolvur var einsamalt umboð fyri Hvirluna hesaferð. Spjót hava tað við at standa rættuliga fast í undirlagnum tá man kastar, men eftirsum undirlagi hesaferð var kunstgras, so var settur beskyttari á oddin av spjótunum, soleiðis at tey ikki stóðu føst í kunstgrasinum. Longsta kast hjá Steinolvi var smáðar 30 m.

So var tíð at fáa sær ein bita áðren Heri skuldi royna seg á fyrsta sinnið sum diskuskastari innandura. Kasta var á træplátu. Hon er rættuliga nógv annaðleiðis enn betong-ringarnir, sum nýttir verða uttandura. Serliga vísti tað seg at stem-beinið ikki vildi standa fast. Hetta nervaði rættuliga nógv. Longsta kasti var smáðar 39 m, sum er væl styttri enn hann kastar til venjing.

Restin av degnum var nýtt til at njóta at síggja kastarar í heimsflokki kasta diskus, kúlu og spjót. Heili 14 lond vóru umboða í kappingunum, har tað uttan iva var vinnarin av diskuskast hjá monnum, ið hevði ferðast longst fyri at verða við. Hann umboðar Australia. Tey vaksnu vóru boðin til banquet eftir kappingina. Hetta var ein rættuliga “kastara-banquet” tí at hon var skipa sum buffet, og tað var ríkiligt at fáa. Tað var stak hugnaligt at fáa høvi at tosa við gamlar kenningar ymsa staðni frá, og at koma at kenna enn fleiri. Tey ungu hugnað sær saman við vinum úr IFK Væxjø.

Fleiri myndir í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *