Kampval um at koma í nevndina í Hvirluni

Trý bólkamet til Hvirluna síðsta umfarð av Grand Prix.
17.09.2012
Venjingarlega í Skálavík
30.09.2012

Kampval um at koma í nevndina í Hvirluni

Luttøkan á aðalfundinum avspeglaði felagið rættuliga væl, tí har vóru nógv ung við, og vóru fleiri av hesum í uppskotið tá nevndarvalið var á skránni.

Fundurin byrjaði við val at fundarstjóra, og fall hetta val á Birnu Abrahamsen. So legði Rigmor Napoleonsdóttir Arge fram formansfrágreiðingina, har hon kom inn á ein stóran part av tí, sum hent er í felagnum farna árið. Felagið er eitt stak aktivt felag við fjølbroyttum tilboðum bæði til limir og almenningin og kom hetta væl fram í frágreiðingini. Harumframt kom hon inn á nógvu góðu úrslitini, sum íðkarar í felagnum hava nátt farna árið. Aftur í ár var tað framgongd yvir alla linjuna. Harumframt var kunna um fyrireikingar til nøkur av tiltøkunum komandi ár, har tað fyrsta er Náttúrurenning við Kerjar, ið verður 24. november. Formansfrágreiðining var góðkend uttan viðmerkingar.

Roknskapurin var síðan lagdur fram, og var hann eisini góðkendur uttan viðmerkingar. Tó skal enn meir orka leggjast í at fáa til vega sponsorar, bæði til felagið, og til einstøku tiltøkini.

Tá nevndarval var á skránni, vísti tað seg at áhugin at verði við til at sjórna felag er so stórur, at tað endaði við kamp-valið. Her gjørdist úrslitið at Tummas Napleon Arge og Birna Abrahamsen blivur afturvald. Afturat teimum eru Rigmor N. Arge, Birna M. Joensen og Heri Ziska í nevndini. Trygvi Laksáfoss og Helgi Geyti blivu valdir til eykalimir. Sostatt er ongin broyting i nevndini í mun til farna árið.

Undir ymiskt var mangt havt á loftið, samstundis sum ein kaffimuður við góðum afturvið fór niðurum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *