John Egholm fyrsti føroyameistari í Hvirluni í 2011

Trygvi gott úrslit í Svøríki
29.01.2011
Á venjingarleg í Vaxjø (Svøríki)
28.02.2011

John Egholm fyrsti føroyameistari í Hvirluni í 2011

Leygardagin skipaði FÍF fyri kapping um føroyameistaraheitið í cross renning, ið á fyrsta sinni fór fram í vakra umhvørvinum í Hoydølum. Hvirlan var, sum so ofta áður í rennikappingum, umboða av feðgunum John og Ólavur Egholm. Báðir skuldu teir royna seg á tí langa teininum, tvs uml. 8 km.

John rann teir uml 8 km uppá 35 min og 27 sek, ið var góðar 5 min skjótari enn næsti maður í veteran bólkinum, og gjørdist hann føroyameistari í veteranbólkinum. Í opnum bólki gjørdist John nummar fýra, einans 2½ min frá fyrstaplássinum og minni enn ein min frá broncumerkinum. Stak flott av veteraninum!

Ólavur, ið var yngsti maður í opna bólkinum rann teir uml. 8 km uppá 37 min og 31 sek, ið rakk til eitt flott áttanda pláss í opnum bólki.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *