Høgt støði á Jatnatøkum

Tey yngstu byrjaðu Jatnatøk við sera flottum úrslitum
25.07.2011
Útlendsku gestirnir vælkomnir
26.07.2011

Høgt støði á Jatnatøkum

Tað var við spenningini at fari var undir Jatnatøk, tí um flottu úrslitini hjá teimum ungu á Jatnatøk-Youth um morgunin vóru ein ábending um tað sum fór at koma, so bleiv dagurin góður. Tað vísti seg at tey allar flestu úrslitini vóru stak góð, serliga innan tær teknisku greinarnar.

Fyrst á skránni var hæddarlop hjá monnum, ið er ein kapping, sum sæð var fram til. Tí millum luttakarnar var Øssur Debes Eiriksfoss, ið vann silvur á oyggjaleikunum við 1,95 cm. Kapping var tó hørð tí Øssur skuldi kappast móti millum anna Yuan-Zhong Wu og Filip Danielsson  (báðir IFK Væxjø – Svøríki), íð undan kappingini høvdu lopið ávikavista 2,05 m og 1,90 m. Steinolvur Geyti var tann fyrsti at byrja, og kom hann lættliga uppum 1,45 m, men hann valdi at gevast vegna pínu í knæðum. Trygvi Laksáfoss fór inn í kappingina á 1,60 m, men hann hevði ein minni góðan dag, og kom ikki uppum hesa hædd. Daniel D. Rein (Bragdið) kom eisini inn í kappingina á 1,60 m, sum hann kom uppum í triðju royndini. Hann kom so eisini uppum 1,65 og 1,70 m. Hjá honum vóru 1,75 m ov nógv. 1,75 var hæddin har Daniel og Øssur byrjaðu kappingina. Tað sást tó skjótt, at hetta var ikki dagurin hjá Øssur. Hann noyddist at nýta tríggjar royndir á bæði 1,80 og 1,85 m, og 1,89 m bleiv endastøðin hjá honum. Filip kláraði allar hæddir í fyrstu roynd, og endaði við at seta persónligt met á 1,92 m. Yuan-Zhong lat tó ongan iva verða um hvør var best á degnum. Hann kom inn í kappingina inn á 1,85 cm, sum hann kláraði í fyrstu roynd. Hann kláraði eisini allar hæddir upp til 2,00 m í fyrstu royndini. So royndi hann á 2,06 m. Har var hann so nær við at stongin bleiv liggjandi, men tíðanverri hevði hon snara sær á, og tí var lopið ikki góðkent. Hann er tó fyrsti persónur, sum hevur lopið 2,00 m í Føroyum.

Longdarlop hjá gentum 16-17 fór eisini í gongd. Tríggir luttakarar vóru við, har Sofie Wiberg (IFK Væxjø), sum undan kappingini hevði lopið 5,26 m var favorittur. Emma Hancke (IFK Væxjø) hevði lopið 4,70 m undan kappingini, meðan Edna Maria Debes hevði lopið 3,93 m. Hetta bleiv eisini raðfylgjan, tí Sofie leyp 5,16 m, Emma leyp 4,45 m, meðan Edna Maria bøtti um sítt persónliga met, so tað nú er 4,18 m.

Fyrsta kappingin á rennibreytini vóru 400 m hjá ávikavist kvinnum og monnum. Hjá kvinnunum vóru einans tveir luttakarar við. Tað vóru 18 ára gamla Rebekka Fuglø, sum eigur føroyska metið og 15 ára gamla Elsa Berg (Bragdið), ið er partur av talentbólkinum. Munurin millum tær báðar var tó ov stórur til at spenningur var um úrslitið, og vindurin gjørdi at tíðirnar ikki blivu tað ein kundi ynskt. Rebekka kom á mál við tíðini 63,21 sek, meðan Elsa koma á mál við tíðini 67,23 sek. 

Hjá monnunum vóru fimm luttakarar, har Rúni Seloy (Bragdið) var favorittur at vinna, og hóast sigurin hjá Rúna ongantíð var í vanda, so var Hans Jacobsen (Bragdið) hesferð einans 31/100 aftanfyri, Teir komu á mál við tíðunum 54,10 sek og 54,41 sek. Regin Joensen (Bragdið) gjørdist nummar trý við tíðini 56,27 sek. 14 ára gamli Steingrímur Hallsson (Bragdið) kom á mál við tíðini 59,87 sek og kláraði harvið a-kravið til talentbólkin.

Á 5000 m teininum var einans ein luttakari møttur til start hjá monnum, og ongin hjá kvinnum. Meinar Ortind (Bragdið) lat seg tó ikki nerva av hesum, og rann einsamallur teir 5000 m uppá 18 min og 11,1 sek, ið er minni enn ½ min frá hansara persónliga meti. Havandi umstøðurnar í huga, má tað metast at verða eitt stak flott úrslit.

Spjótkast hjá G16-17, D16-17 og monnum var samstundis. Har vóru heilir 13 sum royndu seg samstundis. Um tað var talið, er ilt at siga, men har vóru nógv góð úrslit. Hjá gentunum gentunum var Sofia favorittur til at vinna sítt næsta gullmerkið á degnum, og hon legði út sum vanta við at kasta nakað útum 20 m strikuna, men í fjóra umfarið kom spenningur í, tí tá bøtti Bjørk Reynagarð Svabo um sítt persónliga met við 4 metrum. So vóru einans 15 cm upp til longsta kasti hjá Sofie. Bjørk kom tó ikki longur út, og endaði hon tí við silvurmerkinum. Emma, ið eins og Sofie kom beint frá longdarlopinum, gjørdist her nummar 3 við einum kasti uppá 16,44 m.

Hjá dreingjunum var spenningurin ikki tann stóri, tí at Hanus Bergsson hevði kasta næstan 10 m longur enn næsti maður á listanum. Hanus avgjørdi eisini kappingina í fyrsta umfarið við einum kasti uppá 40,23 m, men hann økti í øðrum umfarið við 2 m. Í triðja umfarið fekk hann teknikkin til at ganga uppí eina hægri eind, og 700 g tunga spjótið fleyg á fyrsta sinnið útum 50 m strikuna. Kasti var mált til 50,38 m, ið er ein betran av bólkametinum við uml 3½ m. Munurin aftur til teir næstu øktist tó ikki tí at Tróndur Arge bøtti um sítt met við 5½ m til 40,03 m og Hallur Simonsen við 4 m til 37,08 m.

Rógvi var einsamallur við 800 g spjótinum, og hann kastaði 53,49 m, meðan Steingrímur valdi at kasta við 600 g spjótinum, ið er spjót-vektin hann eigur at nýta tá hann kappast í bólkinum 14-15 ár, uttanfyri sjálva kappingina. Hann kastaði spjótið út á 33,17 m, ið er hansara næstbesta úrslit.

Longdarlop hjá monnum var ein kapping, har tað var vanta at Daniel D. Rein, ið fyri tveimum vikum síðan leyp 6,44 m, fór at dominera, tí at næstur á listanum var Øssur. Øssur hevði undan hesi kapping 5,75 m sum besta úrslit, ella hálvan metur styttir enn Daniel. Tað vísti seg tó at kappingin kom at verða nógv tættari enn vanta. Øssur bøtti longu í fyrsta umfarið um sítt persónliga met við 34 cm tá hann leyp 6,19 m, meðan Daniel leyp 6,14 m. Í øðrum umfarinum leyp Daniel 6,18 m, meðan Øssur leyp 6,15 m, so nú var einans ein cm á muni. Í triðja umfarið gjørdi Øssur tó bart tá hann leyp 6,37 m. Hesum kláraði Daniel ikki at svara aftur, og tá kapping var av vísti tað seg, at Øssur átti trý tey longstu lopini í kappingini, og betraði sítt persónliga met við 62 cm. Trygvi hevði sum so ofta áður trupulleikar við at fáa renningarlopið at sita, men í fjóra umfarið bar til, og tá lendi hann á 5,93 m, ið er persónligt met við 21 cm. Á fjóra plássi bøtti Filip Danielsson sítt met við 67 cm tá hann leyp 5,80 m.

Í hæddarlopinum hjá kvinnum ætlaði Kristín Lív Svabo Jónsdóttir (ÍR – Ísland), at koma eitt pláss longur upp á pallin enn í 2010 og sostatt vinna sítt fyrsta jatnataks gullmerkið. Størsta forðingin var Louise Persson (IFK Væxjø), ið undan kappingin lá eitt vet aftanfyri. Báðar fylgdust uppum 1,50 m. Á 1,55 m kom Louise uppum í fyrstu royndini, meðan Lív kom uppum í aðru royndini. Sostatt legði Louise seg á odda. Hetta endurtók seg á 1,58 m. Á 1,61 m rivur báðar yvirliggjaran niður í báðum teimum fyrstu royndunum, og tá Louise reiv triðju ferð vóru boðini til Lív klár. Um hon kom uppum, so var gullið hennara, kom hon ikki uppum, so fór Louise við gullinum. Nervarnir vístu seg at verða sterkir tí Lív kom uppum og tryggjaði sær gullið. Hon royndi seg á 1,65 m, ið er 1 cm hægri enn hon hevur lopið higartil í ár, men hesaferð bar ikki til.

Diskuskast hjá kvinnum var mett at verða ein kapping har Sara Lundkvist (IFK Væxjø) fór at verða tung at takað, og so var. Sara kastaði 23,34 m, og vann tí gullið meir enn fýra metur frammafyri Bjørk, meðan Edna Maria Debes kastaði 1 kg diskin 16,88 m. Hetta er ein heilan metur longur enn hon hevur kasta 750 g diskin, ið er kappingarvektin í hennara aldursbólki.

Næstseinasti teinur í var runnin á rennibreytini var 800 m hjá bæði monnum og kvinnum. Dysturin hjá kvinnum var tíðanverri av ongum, tí at Rebekka var einsamøll á startlinjuni tá startskotið var. Hon koma á mál við tíðini 2 min 27,01 sek, ið er nakað seinni enn føroyska metið hon setti fyri tveimum vikum síðan. Hjá monnunum vóru tað tríggir mans sum royndu seg. Tveir eru kenningar á teininum (Rúni Seloy og Hans Jacobsen), meðan triði maðurin er meir kendur sum sprintari. Tað var nevniliga Jógvan Kristiansson Glerfoss, ið áður hevur átt føroysku metini á 100 m, 200 m, 400 m og í longdarlopi. Kappingin um gullið var av ongum tí at Rúni legði luft millum seg og hinar. Hans var eftir 600 m rættuliga langt framman fyri Jógvan á øðrum plássi, men Jógvan kom sterkt móti endanum. Hans helt tó og kom á mál 2 sekund frammanfyri Jógvan.

Síðsta kastigrein var kúlustoyt hjá teimum 16-17 ára gomlu dreingjunum. Her hevði Andreas Davidsson (IFK Væxjø) besta tilmeldingar úrslit, við Hallur og Hanus beint í hølinum. Hanus legði seg á odda í fyrsta umfarið við at bøta um sítt persónliga met, við Andreas beint í hølunum. Steinolvur Geyti bøtti eisini um sítt met við á fyrsta sinnið at fara útum 10 m strikuna, og blandaði seg tí í dystin um heiðursmerkini. Í øðrum umfari bøtti Hallur um sítt met tá hann stoytti kúluna út á 10,44 m og var tí einans 1 cm aftanfyri Hanus. Í triðja umfarið tyktist Hanus at hava tikið ræði á kappingini tá hann enn einaferð bøtti um sítt persónliga met, so tað nú var heilar 10,66 m. Í fjóra umfarið bøtti Steinolvur aftur um sítt met, hann var tó enn 1 cm aftanfyri Andreas og lá tí enn á fjóra plássi. Nú vóru Hanus og Hallur tíðiligvís blivnir heitir, tí teir bøttu báðir í fimta umfarið. Hesaferð átti Hallur betra stoyti og legði seg á odda við 10,83 m, meðan Hanus kom út á 10,69 m. Hallur, ið var einasti kastari, sum nýtti rotatións teknikkin, bøtti aftur í síðsta umfarið og endaði sum tryggur vinnari við 10,87 m. Hanus stoytti aftur út á 10,69 m í sætta, meðan Steinolvur megnaði at koma framvið Andreas tá hann í síni síðstu roynd stoytti kúluna út á 10,39 m.

Siðsta kapping á degnum var á 100 m teininum. Fyrst runnu kvinnurnar, og har vóru trýggjar, sum fóru í startblokkarnar. Tilmeldingarnar týddu tó uppá at Sofia enn einaferð fór við sigrinum, meðan Emma fór at gerast nummar tvey og Edna Maria nummar trý. Soleiðis endaði tað eisini. Tíðanverri gjørdi mótvindurin at tað ikki blivu nøkur met.

Hjá monnum vóru tað níggju, sum royndu seg, og tí var kappingin skipa í a- og b-finalu. B-finalan var vunnin av Tummas Napoleon við tíðini 12,86 sek, so kravið til teir, sum skuldu royna seg í a-finaluni var klárt. Har var ein endurtøka av dystinum millum Trygva og Øssur, ið seinast komu á mál við 2/100 á muni. Tað ferðina við Øssur á odda. Tann ókendi faktorurin her var Yuan-Zhong, ið ikki hevði runnið 100 m leingi og tí var ilt at meta um hvussu hann fór at roynast. Tá skotið fór vóru tað Yuan-Zhong og Trygvi sum lógu lið um lið við Øssur beint í hølunum. Hetta helt seg fyrstu 80 m, men móti endanum fekk Trygvi trekt frá og endaði hann tí við at vinna frammanfyri Yuan-Zhong, við Øssur á triðja plássinum.

Sum nakað nýtt, so var í ár kappast um at gerast ávikavist ársins Jøtun og ársins Jøtna. Ársins Jøtun er tann mannligi íðkarin, hvørs úrslit gevur flest stig á stigatalvuni hjá altjóða sersambandinum fyri Frælsa Ítrótt (IAAF). Ársins Jøtna er tilsvarðandi heiðurin til besta úrslit hjá kvinnuligum íðkara. Tað var borgarstjórin Heðin Mortensen, sum var komin at handa heiðurin til ársins Jøtun og ársins Jøtnu. Dysturin um at gerast ársins Jøtna var sera tættur. Kristín Lív Svabo Jónsdóttir (ÍR – Ísland) fekk 812 stig fyri at leypa 1,61 m í hædd, meðan Sofia Wiberg (IFK Væxjø – Svøríki) fekk 808 stig fyri at leypa 5,16 m í longdarlopi. Tveir cm meir høvdu gjørt at Sofia eisini fekk 812 stig. Hjá monnunum var tað Youan-Zhong Wu (IFK Væxjø – Svøríki) í fekk heili 890 stig fyri at leypa 2,00 m í hæddarlopið. Til sammetingar kann sigast at oyggjaleika kravið hjá Føroyingum til Isle of Wight var 750 stig.

Samanumtikið ein sera væleydna kapping, við nógvum góðum úrslitum í góðveðrinum. Fyriskiparnir vilja gjarna takk øllum sum gjørdu tað møguligt, bæði dómarum, hjálparum, sponsorum og ikki minst luttakarnum.

Fulfíggjaðir úrslitalistar: renning, longdarlop, hæddarlop, kast. Fleiri myndir eru í myndasavinum.

Stuðla tiltakinum hava:

             

    

2 Comments

  1. Hallur says:

    Super tiltak!

    Skal bara viðmerkja, at Steingrímur er føddur í 97, og ikki 96, sum tað stendur í úrslitalistunum. Úrslit hansara í spjótkasti er sostatt bólkamet.

    Hallur Holm

  2. hziska says:

    Takk fyri tú sigur frá. Havi rætta tað 🙂

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *