Tey yngstu byrjaðu Jatnatøk við sera flottum úrslitum

Tíðarætlan og startlistar til Jatnatøk
22.07.2011
Høgt støði á Jatnatøkum
25.07.2011

Tey yngstu byrjaðu Jatnatøk við sera flottum úrslitum

Longu kl. 10 um morgunin byrjaðu fyrstu kappingarnar. Tað var Jatnatøk-Youth, ið var fyri 12-13 ára gomul. Kappast var í renning, lop og kast. Tað vóru luttakarar úr IFK Væxjø (Svøríki), Bragdinum og Hvirluni.

Fyrsta grein var longdarlop fyri bæði gentur og dreingir. Alexia Lillhav hevði undan kappingini lopi 4,67 m, og var tí favorittur í sterka feltinu, ið umfataði allar tær bestu í hesum aldursbólkinum í Føroyum. Marita K. Petersen gav tó Alexiu harðan dyst, og tá kappingin var hálvrunnin hevði Marita lopið 4,33 cm, meðan Alexia hevði lopið 4,32 m. Marita økti síðan við 1 cm, meðan Aleixa ikki kom longur út, og tí endaði tað við at Marita fór við gullinum frammanfyri Alexiu, við Emiliu Larsen á triðja plássi við sínum fyrsta lopi útum 4 m strikuna tá hon leyp 4,13 m í síðsta umfarið.

 

Hjá dreingjunum vóru einans tveir luttakarar. Ólavur Weihe Joensen, ið er við at byrja aftur at venja og Tórur Mortensen, ið hevur vunnið allar lop og sprint kappingar, hann hevur luttikið í, í ár. Hesaferð var mest spenningur um hvørt Tórur fór at megna at leypa seg í talentbólkin, og tað sást at hann vildi tað. Hann byrjaði við 4,37 m, gjørdi yvirtrakk í næsta umfarið, og síðan økti hann hvørt umfarið. Spenningurin var stórur tá mált var síðstu ferð, men flotta lopið var mált til 4,79 m við góðkendum vindi. Hetta var ein cm frá A-kravinum til talentbólkin. Sostatt manglar Tórur 1 cm í longd, 1 cm í trýstøkk og 5/100 á 80 m teininum! Ólavur gjørdi eitt flott comeback og leyp á fyrsta sinnið útum 4 m strikuna. Tað longsta hjá honum var 4,14 m. Tað var tó eyðsæð at við røttu venjing verður hann skjótt væl longur úti.

 Eftir longarlopi fóru genturnar til hæddarlop, meðan dreingirnir fóru at kasta spjót.  Hjá gentunum vóru tað tríggjar, sum royndu seg. Her var Aleixa aftur favorittur, og lat hon ongan iva verða um hvør var best. Hon leyp heilar 1,45 m, ið er 5 cm omanfyri føroyska metið hjá kvinnum. Marita leyp 1,20 m, meðan Tinna í síni fyrsta hæddarlops kapping leyp 1,00 m.

Spjótkast hjá dreingjum hevði eisini tríggjar luttakarar. Tað vóru Ólavur, Tórur og Theodor Ahlstrøm úr IFK Væxjø. Her var ongantíð spenningur tí at Theodor, ið vann broncumerkið á VU-spelen fyri 2 vikum síðan, kastaði í fyrsta umfarið heili 45,70 m. Tað er persónligt met við góðum 2 metrum. Tórur bøtti um sítt persónliga met við næstan 18 m, tá hann kastaði 29,97 m, meðan Ólavur eisini kom útum 20 m strikuna við einum kasti uppá 20,07 m.

Diskus var síðsta kastigreinin fyrrapartin, og har vóru fýra gentur við, meðan Theodor var einsamallur hjá dreingjunum. Hóast Theodor var einsamallur, so var kappingin sera áhugaverd at fylgja, tí at hann kastaði 600 g tunga diskin heilt út á 41,34 m, og betraði sostatt sítt einans 3 dagar gamla persónliga met við uml. einum metri. Hjá gentunum var Marita ein tryggur vinnar við 26,16 m, frammanfyri teir 22,94 m hjá Alexiu Lillhav og 18.09 m hjá Emiliu.

Síðsta grein sum tey yngstu skuldu royna seg í var 80 m. Tíðanverri skuldu tey renna í ein irriterandi mótvind, so tað var ikki teir stóru forvantingarnir um góðar tíðir. Hjá dreingjunum vóru tað aftur bara Tórur og Ólavur, sum royndu seg. Tórur vann trygt við 11,49 sek, meðan Ólavur á øðrum plássi betraði sítt persónliga met so tað nú er 12,21 sek. Stak flottar tíðir, serliga tá hugsa verður um at tað var ein mótvindur uppá 3,8 m/s.

Hjá gentunum var tað ein sera harður dystur millum Tinnu og Maritu. Tær lógu lið um lið leingi, men so við og við fekk Tinna trekt frá, so at hon endaði við at koma fyrst á mál. Tíðin hjá Tinnu var 11,93 sek, meðan Marita kom á mál við tíðini 12,07 sek. Triðja pláss fór til Katarinu Høj, ið annars mest rennur longri teinar. Hon kom á mál við tíðini 12,71 sek.

Fulfíggjaðir úrslitalistar síggjast her. Frágreiðing og úrslit frá kappingini hjá teimum eldru kemur skjótt.

Samanumtikið ein sera væleydna kapping, við nógvum góðum úrslitum í góðveðrinum. Fleiri myndir koma í myndasavni.

Stuðlar vóru:

                 

  

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *