Jatnatøk stak væleydnað

Hanus klára úrvalskrav hjá danska atletiksambandinum.
05.08.2012
Føroyingur og svii ársins jøtun og jøtna.
05.08.2012

Jatnatøk stak væleydnað

Hetta var triðja árið at Hvirlan skipaði fyri Jatnatøkum. Í ár var luttøka úr Íslandi Svøríki, Danmark og teimum trimum stóru feløgunum í Føroyum (Treysti, Bragdið og Hvirluni).

Dagurin byrjaði við trýstøkk hjá teimum 14-15 ára gomlu dreingjunum. Her vóru fýra luttakarar, harímillum fýra hvirlur og ein sviði. Tað var Carl Wiberg (IFK Væxjø), sum fór við sigrinum. Hansara longsta lop var 11,04 m, sum kom longu í triðja umfarið. Tórur var í hopla, tí hann leyp longur enn gamla metið hjá sær í øllum góðkendu lopunum. Longsta lopi var 10,38 m. Broncan fór til Jákup Dahl Ljósheim, ið eisini bøtti um sítt persónliga met við hálvum metri. Hansara longsta var 9,60 m, ið er bólkamet.

Samstundis sum dreingirnir lupu trýstøkk, royndu 14-15 ára og 16-17 ára gomlu genturnar seg við 3 kg kúluni. Hjá teimum 14-15 ára gomlu fór Marita Káradóttir Petersen við sigrinum við 8,34 m framman fyri Ednu Mariu Debes, ið stoytti kúluna út á 7,63 m. Hjá teimum 16-17 ára gomlu vann Sofie Wiberg (IFK Væxjø) trygt á fyrstaplássi. Hon kom heilt út á 11,37 m, meðan Bjørk Reynagarð Svabo bøtti um sítt pesónliga met, so tað nú er 8,59 m. Úrslitini hjá Maritu og Bjørk eru bólkamet.

Fyrsta rennikapping á degnum var, tá tær 12-13 ára gomlu genturnar royndu seg á 80 m teininum. Fýra gentur vóru til start. Tríggjar Hvirlur og ein úr Bragdinum. Tinna var í 2011 nógv tann besti sprintarin í hesum bólkinum, men vegna skaðar hevur hon ikki verði eins dominerandi í ár. Hetta vísti hon tó er yvirstaðið, tí hon vann ein tryggan sigur í dag frammanfyri Katarinu Høj úr Bragdinum. Dysturin um broncuna stóð millum Helenu Svabo Ziska og Guðrið Káradóttir Petersen. Henda dyst vann Helena. Báðar bøttu tær munandi um síni persónligu met.

Teir 14-15 ára gomlu dreingirnir fóru beint frá trýstøkk til kúluna. Her var vantandi at dysturin um gullið skuldi standa millum Carl Wiberg og Tóra Nielsen. Hóast Tóri bøtti um sítt persónliga met við næstan einum metri 9,72 m, so fór Carl við gullinum, tá hann stoytti 4 kg tungu kúluna út á 10,00 m. Á triðja plássi bøtti Jákup eisini um sítt met við næstan einum metri, so tað nú er 6,08 m.

14-15 ára gomlu dreingirnir fingu ikki nógva hvíld áðrenn triðja kappingin byrjaði. Hesaferð skuldi avgerast, hvør kastaði 600 g tunga spjótið longst. Luttakarnir vóru teir somu sum í kúlustoyt. Hesaferð kappaðust teir tó samstundis sum teir 16-17 ára gomlu, ið dystaðust við 700 g tunga spjótinum. Carl var favorittur at vinna sítt triðja gullmerkið, men hesaferð vildi Tóri tað annaðleiðis. Hann bøtti støðugt um sítt persónliga met, og endaði við at kasta 39,38 m, ið er góðar 3 metrar longri enn metið, hann setti fyrr í summar. 40 cm aftanfyri tryggjaði Carl sær silvurmerkið, meðan Jákup tryggjaði sær sítt triðja persónliga met á degnum við 19,96 m.

Hjá teimum 16-17 ára gomlu gjørdi Hanus bart longu í fyrsta kasti. Hann hevur stíðst við skaðar og tekniskar trupulleikar, men málrættaða venjing síðstu vikurnar hevur fingið billbukt við trupulleikarnar. Hansara fyrsta kast var 10 m longri enn hann hevur kasta fyrr í ár, og 7 m longri enn hansara persónliga met, ið stavar frá Jatnatøkum 2011. Tey næstu trý kastini vóru eisini longri enn gamla persónliga metið. Longsta kastið (57,55 m) er 15½ m longri enn a-kravið til talentbólkin hjá FÍF, men er eisini longri enn kravið at koma í talentbólkin hjá danska sersambandinum fyri frælsa ítrótt, og er Hanus sostatt fyrsta Hvirla sum hevur megnað hetta. Hallur, ið er mest kendur sum diskuskastari, vistí at hann eisini dugir við spjótinum, tí hóast hann einans hevur vant diskus síðstu tíðina, so bøtti hann um sítt persónliga met so tað nú er 43,01 m. Hetta er longri enn a-kravið til talentbólkin hjá FÍF, og sostatt hevur Hallur klára kravið í kúlustoyt, diskuskast og nú spjótkast.

Tá dreingirnir vóru lidnir at kasta fóru mennirnir í gongd. Her vann Rógvi Højgaard, hóast sjúku trygt. Tó var longdin ikki heilt tann, hann er vanur við. Dysturin um broncuna var tættur. Her legði Helgi Geyti seg frammum í triðja umfarið við 42,07 m. Tróndur nærkaðist tó, og kom tað longsta í síðsta umfarið. Tað bleiv tó mált til 42,00 m. Teitur Arge Seloy bøtti um sítt persónliga met við meir enn seks metrum, so tað nú er 23,56 m.

Meðan nakrir av monnunum kastaðu spjót, vóru tað aðrir, sum royndu seg í hæddarlopi. Teir lupu saman við kvinnunum. Tað vóru tvær kvinnur sum lupu. Her tangeraði Marita sítt persónliga met, og var líka við at takað tað føroyska metið, men hesaferð gekk ikki. Teir 1,40 m hon leyp er tó bólkamet. Hjá monnunum vóru tað bara Trygvi og Øssur, ið lupu. Trygvi leyp 1,55 m meðan Øssur leyp 1,90 m. Øssur royndi seg á 2,01 m, men hóast nær við, so vildi yvirliggjarin ikki blíva liggjandi.

400 m hekk er ein grein sum vanliga einans verður runnin til FM her heima, og á Jatnatøkum var tað eisini einans ein luttakari, og kom hesin úr Svøríki. Tað var Elin Nilsson (IFK Væxjø), ið hevði hug at royna at renna uppum teir tíggju 76 cm høgu forðingarnar. Hon rann væl, men á síðstu forðing miseydnaðist passagan uppum forðingina. Elin nýtti 72 sekund um teir 400 m.

Næsta kapping var 800 m hjá teimum 14-15 ára gomlu gentunum og kvinnum. Her var Rebekka Fuglø úr Treysti einsamøll hjá kvinnunum, og tá starturin fór, legði hon seg framum ungu genturnar og økti allan vegin. Tíðin hjá Rebekku var 2 min 24,84 sek. Dysturin hjá teimum 14-15 ára gomlu bleiv rættuliga tættur millum tær báðar Katarinu Høj og Sáru Debesardóttir úr Bragdinum. Tær fylgdust til 200 m vóru eftir, men so setti Katarina spurtin inn og tryggjaði sær gullmerkið við tíðini 2 min 37,70 sek, móti 2 min 40,26 sek til Sáru.

Teir 16-17 ára og 18-19 ára gomlu dreingirnir royndu seg síðan við ávikavist 5 og 6 kg tungu kúlunum. Hjá teimum yngru var ongin ivi. Har vann Emil Bønning Petersen úr AAIG (Danmark) trygt við 12,35 m. Hallur tryggjaði sær silvurmerki frammanfyri Hanus. Hans Hjørleivur Magnussen hevði undan kappingin bøtt um sítt persónliga met við meir enn 2 metrum í ár. Í dag økti hann so við enn einum metri, so hansara met nú er 9,44 m. Hjá teimum eldru kom ongantíð tann spenningurin, sum var vantaður, tí øll tey fýra kastini hjá Helga vóru longri enn longsta kast hjá Steinolvi á øðrum plássi. Tróndur tryggjaði sær broncuna. Teitur bøtti enn einaferð um sítt persónliga met á fjóra plássi.

Longdarlop hjá kvinnum var ein dystur millum Elin, Maritu og Tinnu. Her var Elin ov sterk fyri ungu hvirlurnar, og vann hon trygt við 4,82 m í síni fyrstu kapping í longdarlopi í nógv ár. Marita bøtti um sítt bólkamet tá hon leyp 4,32 m, meðan Tinna ikki heilt fekk teknikkin at sita. Hon leyp 3,98 m.

Samstundis, sum kvinnurnar lupu longarlop, runnu 14-15 ára gomlu dreingirnir 800 m. Her var Teitur Bjarnastein úr Bragdinum stórfavorittur, og tað vísti seg ikki at verða nakar ivi. Hann vann vann trygt frammanfyri Jákup, ið tryggjaði sær sítt fjóra persónliga met í fýra startum á degnum. Dánjal gjørdist nummar trý.

Tær 14-15 ára gomlu genturnar kastaðu spjót saman við teimum 16-17 ára gomlu og kvinnunum. Allar kastaðu tær við 600 g tunga spjótinum. Hjá teimum 14 ára gomlu dystaðust Marita og Edna Maria. Her vann Marita trygt við 29,89 m, ið er nakað styttri enn bólkametið hon setti í Gøteborg fyri 4 vikum síðan, meðan Edna Maria bøtti um sítt met við næstan 2 m tá hon kastaði 22,44 m. Hjá teimum 16-17 ára gomlu royndi Bjørk seg móti Sofie og Emma Hancke (IFK Væxjø). Her legði Sofie seg á odda í fysta kasti, og økti síðan. Hennara longsta bleiv mált til 25,23 m, ið er 3 m longur enn hon hevur kastað áður. Bjørk gjørdist nummar tvey við 21,12 m og Emma nummar trý við 18,36 m. Hjá kvinnunum var føroyameistari Sólja Fríða Jóanisdóttir greitt omaná móti Elin, sum kom beint frá longdarlopinum. Elin, sum mest venur 400 m hekk, kastaði 21,31 m, meðan Sólja kastaði dagsins longsta kast, ið var 29,95 m.

Tað er løgi at hugsa sær, at eina viku eftir at fleiri hundra fólk runnið 5 km í miðbýnum, var tað einans ein luttakari sum hevði boða frá luttøku. Tað var Borgarhjørt Holm, ið nýliga vann seyðamansrenningina á Vestanstevnu. Hóast hon rann langa teinin einsamøll, so helt tað henni ikki aftur. Eftir at hava runda fyrsta kilometurin ið 3,43, so fór ferðin eitt vet niður, men her helt hon tempo restina av teimum 5 km, og kom á mál við flottu tíðini 20 min 15,60 sek.

Síðsta kapping áðrenn fari var undir 100 m kappingarnar, var longdarlop hjá monnum. Her var ein endurtøka av dystinum í 2011, millum Øssur og Daniel D. Rein vantaður. Hesin dystur bleiv tó ongantíð spennandi, tí at fimm av teimum seks lopunum hjá Øssuri vóru nóg góð til at vinna kappingina. Tað longsta kom tó, sum so ofta hjá Øssuri, í síðsta umfarið. Tað bleiv mált til 6,51 m, so hóast longdarlop ikki er ein grein, ið Øssur satsar uppá, so er hann spakuliga við at nærkast longdum, sum bara Ási Mikkelsen hevur megnað.

100 m byrjaði við einum dysti millum 14-15 ára gomlu genturnar. Hetta var tann verðuliga FM finalan, tí at tær skjótastu á hesum teininum vóru allar við, eisini tær, sum vóru ov ungar til at sleppa við til FM. Edna Maria vísti tó at hon er tann skjótasta, tí hon vann trygt við 14,01 sek í mótvindinum. Í hølinum komu Tinna, Marita, Katarina og Sára. Alda Sigurðsdóttir Lamhauge kom á mál sum nummar síðst í síni fyrstu kapping á hesum teininum, men tíðin 15,25 sek var imponerandi av einum debutanti.

Eftir at genturnar komu á mál áttu dreingirnir tørn. Her vann Tórur ein tryggan sigur frammafyri Jákup við Dánjali á triðja plássi. Samstundis, sum teir 14-15 ára gomlu runnu, skuldu Tummas Napoleon Arge (Hvirlan) og Sanchjan Manoharan (Vejle IF) royna seg í dystinum um, hvør var skjóastur millum teir 16-17 ára gomlu. Hetta vísti seg at verða ein sera spennandi dystur, har Sanchjan fekk betra startin, men Tummas Napoleon kempaði væl, og fekk stungi bringuna framum strikuna 0,03 sek áðrenn Sanchjan. Tíðin hjá Tummas Napoleon var 12,20 sek.

Tíðanverri endaði tað við at einans ein luttakari royndi seg hjá teimum 16-17 ára gomlu gentunum. Hetta var tó ikki einhvør, tí Sofie, ið longu hevði ogna sær gullið í kúlustoyti og spjótkasti, rann teinin uppá 13,04 sek, ið er ½ sek skjótari enn føroyska metið hjá kvinnum.

So skuldu mennirnir royna seg. Her var føroyameistarin Rói Holgarsson, ið hevur tikið seg sera nógv fram síðstu 2 mánarnar, favorittur, og hann var eisini skjótast út blokkinum og vann trygt. Dysturin um silvurmerkið stóð millum Trygva og Øssur. Hesaferð var Trygvi tann sterkari og kom hann á mál við tíðini 12,24 sek, 0,03 sek frammanfyri Øssur.

Sjey bólkamet blivu sett, øll av íðkarum úr Hvirluni. Hesi vóru: Dánjal D. Ljósheim í trýstøkk, Bjørk Reynagarð Svabo í kúlustoyt, Hanus Bergsson í spjótkast, Øssur Debes Eiriksfoss í longdarlopi og Marita Káradóttir Petersen í kúlustoyt, Hæddarlopi og longdarlopi.

Øll úrslitini frá Jatnatøk 2012: renning, hæddarlop og lonngdarlop/trýstøkk/kast.

Fleiri myndir koma í myndasavni.

Stuðlar vóru: Articon, Effo, Hotel Føroyar og P/F Wenzel.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *