Jatnatøk: Rebekka Fuglø føroyskt met á mílini

Í ár var avgjørt at minka um greinaúrvalið á Jatnatøkum. Á skránni var mílin (1609 m), 1000 m boðrenning og fartelefonkast.

Fyrst á skrá var Mílin, og hjá kvinnunum stóðu tríggjar kvinnur klárar, og hóast talið kanska ikki8 tyktist stórt, so var kvaliteturin øgiligur, tí har vóru ikki minni ein tveir oyggjaleikaluttakarar; Rebekka Fuglø og Oddvør Josephsen. Afturat sær høvdu tær fingið Mariu Biskopstø. Allar umboðaður tær Treysti. Tað sást beinan vegin at Rebekka vildi nakað, tí longu eftir fyrstu 200 m var luft aftur til hinar báðar, og hon økti allan vegin á mál, har hon var 26 sekund frammanfyri nummar tvey. Meir týdningarmikið var tó at hon næstan níggju sekund skjótari enn føroyska metið á teininum. Nýggja føroyska metið er 5 min 02,56 sek. Dysturin um annaðplássi tyktist verða avgjørdur tá 200 m vóru eftir, men tá fór Oddvør undir ein ordans spurt, og tók so upp á liðina av Mariu, sum svarði aftur. Tær fylgdust um málstrikuna, tá bara 0,04 sek var millum tær. Maria ognaði sær annað plássi við 5 min 28,32 sek, meðan Oddvør kom á mál við tíðini 5 min 28,36 sek.

Hjá monnunum vóru fimm mans, umboðandi trý ymisk feløg, við. Tað sást frá byrjan at Julian Gregersen (Treysti) var í einum flokki fyri seg, tí hann økti frá byrjan og allan vegin á mál. Tíðin hjá honum gjørdist 4 min 42,38 sek. Dysturin um annað plássi tyktist verða avgjørdur tíðliga, tí Regin Thomsen (Roysnið) hevði lagt Dánjal Dahl Ljósheim (Hvirlan) langt afturum, men síðstu 200 m tók dánjal ein ordans sput, og endaði við at vinna trygt á Regin við tíðini 5 min 01,86 sek. Regin fekk tíðina 5 min 04,88 sek. Á fjórða plássi var ein debutantur á breytini. Tað var Hans A. Gregoriussen (Hvirlan), sum rann teinin uppá 5 min 40,60 sek. Veteranurin Guttorm Sørensen (Treysti) kom á mál við tíðini 6 min 04,55 sek.

Eftir faratelefon kast var avgreitt (meir kann lesast um tað her), fóru boðrenningarnar í gongd. 1000 m boðrenning er ein heldur óvanlig grein, har fyrsti persónur rennur 100 m, næsti 200 m, triði 300 m og síðsti rennur 400 m. Hjá monnunum var einans eitt lið. Hetta var eitt sera fjølbroytt lið, har Trygvi Laksáfoss, sum hevur tikið ein steðg í síni venjing meðan hann lesur í Danmark, var fyrsti maður. So rann Rúni Jacobsen, sum hevur verði skjótasti føroyingur seinnu árini, so Tórur Mortensen, sum er meir kendur sum trýstøkkari og at enda miðteinarennarin Dánjal Dahl Ljósheim. At renna einsamallur er ongantíð. Tíðin hjá teimum fýra gjørdist 2 min 17,88 sek.

Hjá kvinnunum vóru fýra lið. Eitt úr Treysti, eitt úr Bragdinum, eitt úr Hvirluni og so eitt blanda lið við umboðum úr Bragdinum og Hvirluni. Eftir fyrsta skift var Hvirlan nakað aftanfyri, men hini liðini fylgdust. Á øðrum skiftið, var Treysti fari frá hinum, meðan Hvirlan enn var nakað aftanfyri. Henda støðan helt sær til síðsta túr, og tá Rebekka Fuglø fekk depechina, so visti man at tað var avgjørt hvør fór við fyrsta plássinum. Tað var tætt millum nr tvey og trý, meðan Hvirlan var væl aftanfyri. Síðst á Hvirluliðinum var Alda S. Lamhauge, sum var skjótasti føroyingur á oyggjaleikunum, men her vísti hon at hon dugir at renna 400 m, tí hon tók ein stóran part av muninum upp til hini liðini, men frástøðan var ov stór, so hóast hon uttan iva rann næstskjótasta síðsta tein, so gjørdist endaliga støðan at Treysti vann við tíðini 2 min 28,77 sek. Bragdið gjørdist nr 2 við tíðini 2 min 37,68 sek. Blandaða liðið gjørdist nr 3 við tíðini 2 min 41,26 sek og Hvirlan gjørdist nr 4 við tíðini 2 min 44,65 sek.

Øll úrslitini síggjast her. Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *