Jatnatøk – program – UPPDATERA!

Hvirlan í skrúðgonguni
Hanus klára úrvalskrav hjá danska atletiksambandinum.

Jatnatøk – program – UPPDATERA!

Tá tilmeldingin til triðju útgávuna av Jatnatøkum var av, vóru tað heili 37 íðkarar, sum høvdu avgjørt at gera eina roynd at gerast ársins jøtun ella ársins jøtna. Størstu startfeltini eru í longdarlopi og spjótkasti hjá monnum. Luttøka er úr Danmark, Íslandi, Svøríki umframt teimum trimum stóru feløgunum í Føroyum.

Programmið er nú klárt og er at finna her. Startlistarnir koma fríggjadagin.

Startlistar eru at finna her – blaða niður til síðu 2.

Byrja verður rættstundis, og tí verða luttakarar bidnir um at møta á startinum í seinasta lagi 15 min undan startinum í teknisku greinunum og 10 min áðren í rennigreinunum. Luttøku gjaldið (30 kr pr start) verður goldið í reiðskapsrúminum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *