Sætta lopið gjørdi munin
04.07.2016
Tíðarætlan Jatnatøk
21.07.2016

JATNATØK 2016

Hvirlan skipar fyri Jatnatøkum hósdagin 21. juli. Hetta er fræls ítróttarkapping á sumri har herbúgvandi og útisetar kunnu hittast til kapping.

Sekstan startir

Tað verður kappast í trimum aldursbólkum og tilsamans verða 16 startir

Drongir/gentur 14-15 ár

100 metrar

Spjótkast

Drongir/gentur 16-17 ár

100 metrar

Spjótkast

Kvinnur

100 metrar

800 metrar

Trý-støkk

4 x 100 metrar

Menn

100 metrar

5.000 metrar

Longdarlop

400 metrar rimarenning

Sterk kapping

Longu nú hava fleiri klára krøvini til oyggjaleikirnar 2017, so væntast kann at fleiri av kappingunum fara at verða spennandi og møguleikin at seta nýtt føroyskt met er tilstaðar. Eitt nú er 100 metur kappingin hjá monnum sera spennandi og tað er stórur møguleiki fyri at vit fyri fyrstu fer síggja ein føroying renna undir 11 sekund. Hetta er eisini eitt gott høvi at vita hvør formurin er nú FM nærkast.

Á 5.000 metrum hjá monnum eru vit so heppin at hava fingið útlendska vitjan og tí kunnu vit vænta at nýtt vallarmet verður sett.

Tá kappast verður á sumri og nógvir gestir eru, er nógv at práta um og tí fer Hvirlan at tendra grillina og tá seinastu kappingar eru av fara vit at sessast í bøin at njóta løtuna.

Tilmelding er á www.fif.fo í seinasta lagið 19. juli og tað kostar 50 kr at luttaka. Gjaldast skal á degnum tá startnummarið verður útflýggjað.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *