Jatnatøk – nakað sum verður endurtikið!

Serlig hæddarlops venjing á Tórsbreyt
25.07.2010
Ólavsøkuskrúðgongan
27.07.2010

Jatnatøk – nakað sum verður endurtikið!

Nakað er skrivað um sjálva kappingina og um venjingina við Ingelu, men Jatnatøk eru meir enn tað. Tiltakið byrjaði fríggjakvøldið tá Randi var ein túr úti á Reyni við útlendsku gestunum, men longu undan hesum høvdu fleiri havt møguleikan fyri at hyggja seg um, har tey millum annað høvdu verið og svomið á sandinum í Saksun, hugt at Vestmanna Bjørgunum og koyrt ein túr í Norðuroyggjunum.

 

Leygardagin var so sjálv kappingin á Tórsbreyt, men longu tveir tímar eftir vóru útlendsku gestirnir bodnir til døgurða av Hvirluni. Hesin verður vantandi víðkaður til at umfatað allar íðkarnar komandi ár.

Sunnudagin var fari ein busstúr við gestunum. Hesin byrjaði á Hotel Føroyum og fór so norðureftir. Eftir nakrar steðgir var komið til Gjáðar har møguleiki var at hyggja seg um, áðrenn fari var at fáa sær ein bita úti í fríðu náttúruni. At enda var fari aftur til Tórshavnar, har nøkur høvdu eina avtalu við Berg-hestar um ein túr áðrenn døgurðan.

Afturmeldingarnar frá gestunum hava verið sera positivar og er tað við til at geva okkum í Hvirluni orku til at fara undir fyrireikingar til Jatnatøk 2011. Avgørt verður í næstum hvørt Jatnatøk 2011 verða sama vikuskiftið ella tað verður flutt.

1 Comment

  1. Daniel Bergin says:

    Tack Hvirlan – framför allt Heri och Randi – för ett fantastiskt mottagande under våra dagar på Färöarna! För min egen del är jag helt säker på att jag kommer tillbaka i framtiden. Jatnatøk är verkligen något mer än en vanlig friidrottstävling. Hela arrangemanget – den guidade turen i Tórshavn, tävlingen, middagen efteråt och bussutflykten – genomfördes med den gästfrihet och vänlighet jag blivit bortskämd med varje gång jag varit på Färöarna! Att vi dessutom hade tillgång till tre bilar i fem dagar var ett stort plus. Tack P/F Wenzel för det!

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *