Jatnatøk komandi leygardag

Hvirlur imponeraðu í Gøteborg
12.07.2011
Tíðarætlan og startlistar til Jatnatøk
22.07.2011

Jatnatøk komandi leygardag

Leygardagin 23. juli verða Jatnatøk á Tórsbreyt. Jatnatøk er sterkasta kapping sum Hvirlan skipar fyri, og í 2010 vóru vitjanir úr Svøríki, Danmark og Íslandi, fyri ikki at tala um luttøku av nøkrum av bestu føroyingunum, við til at tryggja eitt javnt høgt støðið. Størsta løtan var óiva tá Bjørk Herup Olsen megnaði at renna sær til eitt nýtt føroyskt met á 5000 m teininum. Í ár hava 12 sviðar og ein íslendingur boða frá luttøku.

Longu nú sær hæddarlop hjá monnum út til at blíva ein tann sterkasta kappingin við 3 luttakarum, írokna okkara egna Øssur Debes Eiriksfoss, sum hava lopið 1,90 ella hægri í ár. Vóna verður tó at nógvar tilmeldingar koma afturat so at gestirnir sleppa at síggja tað besta Føroyingar megna.

Hesaferð er ein kapping um morgunin fyri tey 12-13 ára gomul (árg. ’98-’99), og ein fyri vaksin og 16-17  ár (árg. ’94-’95) seinnapartin. Tey, ið eru fødd eftir 1995 kunna luttaka í bólkinum 16-17 ár ella fyri tann skuld vaksin. Heiðursmerkið verða latin til nummar 1, 2 og 3 í øllum greinum. Harafturat er í ár ein serlig viðurkenning til tað úrslit hjá ávikavist kvinnum og monnum, sum gevur flest stig á nýggju stigatalvuni hjá altjóða sersambandinum fyri frælsa ítrótt (IAAF).

Greinarnar eru:

  • G12-13: 80 m, longdarlop, hæddarlop og diskuskast
  • D12-13: 80 m, longdarlop, diskuskast og spjótkast
  • G16-17: 100 m, 800 m, longdarlop, hæddarlop, spjótkast og diskuskast
  • D16-17: 100 m, 400 m, 800 m, longdarlop, hæddarlop, spjótkast og kúlustoyt
  • Kvinnur: 100 m, 400 m, 800 m, 5000 m og hæddarlop
  • Menn: 100 m, 400 m, 800 m, 5000 m, longdarlop, hæddarlop og spjótkast

Tey 12-13 ára gomlu kappast kl. 10.00 til uml. kl. 12.00, meðan tey eldru kappast kl. 14.00 til uml. 17.00.

Tilmelding: send ein e-mail til hvirlan@hvirlan.fo við navn, árgang, felag, grein(ar), persónligt met og besta/u úrslit í 2011. Seinasta freist at melda til er mikudagin 20. juli. Spurningar kunna sendast til hvirlan@hvirlan.fo.

Stuðla tiltakinum hava:

                 

  

2 Comments

  1. Sólja Jóanisdóttir says:

    Hey,
    Verður eisini kappast í kúlustoyt og spjótkasti hjá kvinnum?

  2. hziska says:

    Hey Sólja

    Nei hesaferð verður spjót og kúla hjá kvinnum ikki við.

    vh

    heri

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *